Alsamt fleiri børn og ung síggjast drekka teir sokallaðu orkudrykkirnar, sum av nógvum verða hildnir at vera eitt slag av sodavatni. Tað er ein stórur trupulleiki, heldur kostfrøðingurin Snorri Patursson, tí børn tola ikki serliga væl innihaldið í orkudrykkunum. Ein stórur partur av orkudrykkum inniheldur so nógv koffein og onnur evni, sum kunnu hava ógvusliga ávirkan á kroppin hjá børnum.
- Í míni verð eru orkudrykkir nakað, sum í fleiri førum kann hava ógvusligar avleiðingar fyri heilsuna hjá børnum. Nøgdirnar av eitt nú koffein, sukuri og sýru fara langt upp um tað, sum verður viðmælt børnum at fáa, sigur Snorri Patursson.
Børn tola ikki koffein
Orkudrykkir, ið innihalda tvær ferðir so nógv koffein sum eitt nú ein cola, eru blivnir ein rættiliga modernað drykkjuvøra hjá børnum og ungum í londunum rundan um okkum. Bara í Danmark er sølan av orkudrykkum tvífaldað tey seinastu tvey árini. Í Føroyum fáast nógv ymisk sløg av orkudrykkum, og fyri fleiri børn og heilt ung er tað smart at ganga við einum av litføgru dósunum, har innihaldið smakkar sum ein sodavatn.
- Ein orkudrykkur er í roynd og veru verri enn ein sodavatn og kann als ikki viðmælast børnum. Hetta er ein sera óheppin orkukelda, sigur Snorri Patursson og vísir á høga innihaldið av koffein, sum børn als ikki tola.
Børn og ung eiga ikki at fáa meir enn 2,5 mg av koffein um dagin fyri hvørt kilo, tey viga. Hetta merkir, at eitt barn, sum vigar 40 kilo, skal hava í mesta lagi 100 mg koffein um dagin. Tað er eitt vet meira enn koffeininnihaldið í eini dós við orkudrykki við 0,25 litrum, men tey flestu børnini drekka orkudrykkirnar innan fáar minuttir, og harvið ávirkar innihaldið børnini knappliga.
- Tað er rættiliga ymisk, hvussu framleiðararnir orða seg á dósunum, men teir hava tað í felag, at tað er alt ov illa upplýst á dósunum, at orkudrykkir ikki eru egnaðir børnum, sigur Snorri Patursson. Í okkara grannalondum viðmæla myndugleikarnir harðliga, at orkudrykkir ikki standa saman við sodavatni og øðrum vanligum leskidrykkum í handlunum, men ístaðin standa saman við alkoholi.
Fáa hjartabankan og angist
Drekkur tú ein litur av orkudrykki, hevur tú fingið somu mongd av koffein, sum tað er í fimm koppum við kaffi. Hóast koffein kann geva eina kenslu av orku í stutta tíð, hevur ein stór mongd av koffein eina heldur keðiliga ávirkan á kroppin. Tað er ikki óvanligt, at børn, sum drekka orkudrykkir, fáa høvupínu, ilt í búkin og kvalmu. Nøkur gerast eisini rastleys,missa svøvnin, fáa hjartabankan, kenna órógv á sær og kunnu enntá fáa angist.
- Í roynd og veru fært tú minni orku jú fleiri av hesum dósunum, tú drekkur. Summi gerast eisini bundin at koffein, og tað kann hugsast, at orkudrykkirnir á tann hátt eru ein glíðibreyt til nakað sterkari, sigur Snorri Patursson.
Avleiðingarnar av orkudrykkunum eru tó nakað, sum fæstu børn og foreldur teirra eru vitandi um, vísir Snorri Patursson á.
- Innihaldið í dósunum hevur ógvusliga ávirkan á kroppin hjá børnum. Hvørki børnini sjálv ella foreldur teirra tykjast varug við kravdu ávaringina á dósunum, um at vøran inniheldur nógv koffein, og at børn ikki eiga at nýta hana.
Sukurinnihaldið ger skaða
Umframt høga koffeininnihaldið er sukurnøgdin í orkudrykkunum eisini ein stórur trupulleiki, heldur Snorri Patursson. Alsamt fleiri sløg av orkudrykkum fáast nú í í dósum á hálvan litur. Í einum hálvum lituri av Red Bull eru 35-40 sukurmolar, meðan tað í somu mongd av sodavatni eru 25 sukurmolar.
- Trupulleikin við sukrinum er, at tað tekur plássið frá tí heilsugóða matinum. Jú meira sukur tú etur, jú minni pláss er til mat við lívsneyðugum vitaminunum og mineralunum, sigur Snorri Patursson og vísir á, hvørja ávirkan drykkirnir hava á tannrøkt hjá børnum.
- Nakrir av drykkunum hava skrúvulok á, sum ger, at børnini ganga og drekka gjøgnum allan dagin, soleiðis at tenninar eru í einum støðugum sýrubaði, sigur Snorri Patursson. Summi børn hava trupult við at hugsavna seg, tá tey drekka orkudrykkir, og sambært Snorra er hetta millum annað tí, at tey kenna ikki svongd, tá tey dreka orkudrykkir.
- Børnini verða ikki svong, um tey fylla seg við orkudrykkjum. Teir geva ikki børnunum varandi orku, og tað er tí, ein partur av børnunum, sum drekkur orkudrykkir, hevur trupult við at hugsavna seg og sita still í longri tíð, sigur Snorri Patursson og leggur afturat:
- Tað eru nógv børn og foreldur, sum halda, at hesar dósirnar eru tað sum sum sodavatn, men í roynd og veru eru tær nógv verri og kunnu verða beinleiðis skaðiligar fyri børn.
FAKTABOKS:
Hvat innihalda orkudrykkir?
Í einum lituri av orkudrykki eru vanliga 320 mg av koffein. Hóast heitið er “orkudrykkur”, inniheldur ein orkudrykkur sjáldan meira sukurorku enn til dømis ein sodavatn. Drykkirnir verða ofta marknaðarførdir sum orkukeldur, av tí at teir innihalda koffein, taurin og glucoronolacton. Flestu drykkirnir innihalda eisini ymiskar vitaminir, og serliga B6 og B12 eru at finna í drykkunum.
Koffein er náttúrligt til dømis í kaffi, te, og kakao. Koffein er kent fyri at hava eina stimbrandi ávirkan og er harafturat vatndrívandi.
Taurin er eitt slag av aminosýru, sum kroppurin sjálvur framleiðir. Taurin spælir ein avgerandi leiklut, fyri at kroppurin upptekur feitt, og evnið er at finna í til dømis kjøti, fiski og skeljadjórum.
Glucoronolacton er eitt evni, sum livurin framleiðir. Evnið er ein týdningarmikil partur av bindivevnaðinum í kroppinum og kann hava eina ávirkan á minnið og evni at hava bindindi.
FAKTABOKS:
Innihald av koffeini í sjokolátu og drykkjuvørum (kelda: Danska Matvørustýrið)
Vøra Koffeininnihald
1,5 l cola 195 mg
0,5 l orkudrykkur 160 mg
0,2 l kaffi 100 mg
0,25 l orkudrykkur 80 mg
0,5 l cola 65 mg
0,125 l kaffi 63 mg
100 gr sjokoláta 38 mg
0,2 l te 30 mg