Komandi sunnudag vera finalurnar í steypakappingini hjá kvinnum og monnum. Finalan í kvinnukappingini, sum er endurtøka av finaluni í fjør millum HB og KÍ, verður spæld á ovara vølli í Gundadali klokkan 12.30. Tað verður Óli Holm, nevndarlimur í FSF, sum fer at handa vinnandi liðnum gullkrónur og tapandi liðnum silvur krónur. Steypið, sum HB hevur havt í varðveitslu síðani í fjør, skal Leivur Hansen, býráðsformaður í Havnini, handað vinnandi liðnum.
At dysturin er lagdur at vera so tíðliga á degnum kemst av, at kvinnufinalan og finalan um løgmanssteypið verða spældar á hvør sínum vølli. Í FSF hava teir viljað byrgt fyri møguleikanum, at kvinnudysturin ikki verður liðugur, tá mansfinalan er ásett at vera ? klokkan 15. Um talan verður um longda leiktíð og brotssparkskapping í kvinnufinaluni, so ber til at ímynda sær, at dysturin verður í meiri enn tveir tímar.
Finalan um løgmanssteypið verður á Tórsvølli sunnudagin klokkan 15. HB og GÍ skulu spæla, og løgmaður fer at handa vinnandi liðnum gullkrónur og steyp.
Men tað verður ikki ? sum tað plagar at vera ? formaðurin í FSF, sum verður vertur hjá løgmanni. Í vikuni fara Torleif Sigurðsson og Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, til Hollands á fund hjá UEFA. Tað er vanligt at UEFA leggur ársaðalfundin at vera, tá stóru finalurnar verða spældar, og soleiðis er tað eisini hesa ferð. Tað vil við øðrum orðum siga, at meðan Børge B. Hansen, næstformaður í FSF tekur ímóti Anfinni Kallsberg, løgmanni, so fara Torleif Sigurðsson og Ísak Mikladal at gera seg klárar at fara at síggja EM finaluna í Hollandi.
Børge B. Hansen skal handa tapandi finaluliðnum silvurkrónur og dómarabólkinum heiðurskrónur. Løgmaður skal handa vinnandi liðnum løgmanssteypið, og næstformaðurin í FSF skal handa gullkrónurnar.
Tá vit spurdu okkum fyri í gjár var ikki avgjørt, hvør skal døma í teimum báðum finalunum, sum sunnudagin vera í Gundadali.
Hóskvøldið skulu HB og NSÍ spæla finalu í steypakappingini hjá unglingum. Dysturin verður á Mølin i á Eiði, og fyrsta bríkslið verður klokkan 19.00. Dánjal Andreasen, nevndarlimur í FSF, skal handa steypið hjá Thomas Dam & co.