Poul Michelsen boðaði longu fyri einum ári síðani frá, at hann tá var farin undir seinastu setu sína sum formaður fyri Tórsvøll. Poul hevur øll árini verið valdur sum umboð fyri Tórshavnar Kommunu, og nú nýggj nevnd skuldi veljast, skuldi nýtt umboð finnast fyri Havnina. Nýtt er kanska dekan ov nógv sagt, tí valið fall á Børge B. Hansen. Børge hevur øll árini verið ein av høvuðsmonnunum handan Tórsvøll, og hann hevur eisini átt sín sess í nevndini sum umboð fyri landsmyndugleikarnar.