Bára: VÍF fekk okkum niður í leikferð

(Frá Rás2) Hoyr Báru Krossteig Hansen hjá Kyndli taka samanum 25-22 sigurin ímóti VÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við tvímálsskjúttan hjá Kyndli, Báru Krossteig Hansen aftaná hon og liðfelagarnir høvdu vunnið 25-22 (15-10) á VÍF, og kyndilskvinnur eru bert eitt stig frá at tryggja sær eitt pláss í FM-finaluni.

 

Kyndil var rættiliga trygt á odda tað mesta av dystinum, men seinastu løtuna mundu vestmannakvinnur fingið kyndilskvinur aftur, men Bára Krossteig Hansen og liðfelagarnir fingu skotið nøkur avgerandi mál ímóti dystarenda.

 

Bára Krossteig Hansen heldur, at hon og liðfelagarnir fóru ov nógv niður í leikferð, og tað loyvdi VÍF at koma inn aftur í dystin. 

 

Støðan í Hvonndeildini: 

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin164223239928
2Kyndil163933266726
3VB15400401-117
4VÍF15379387-813
5Stjørnan16343430-876
6StÍF16310380-704