TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í sendingini "SportBoxin" á Rás2 við tær báðar, Marjuna F. Danberg hjá Neistanum, og Báru K. Hansen hjá Kyndli.
Umframt, at báðar tosaðu um hvussu liðini hvør í sínum lagi skulu royna at fáa føroyameistaraheitið heim, so var eisini tosa um eina kenda støðu frá steypafinaluni, tá somu lið møttust í finaluni.
Bára K. Hansen slapp at fortelja sína uppliving av støðuni, tá hon "roytti" Eir Berg hjá Neistanum, ella tað vísti myndin hjá Álvi Haraldsen, ið hvussu er. Bára K. Hansen slær fast, at tað var als ikki so ógvusligt, sum myndin hjá Álvi Haraldsen vísti. Og tað verður ikki við slíkum metodum, at Bára ætlar at vinna FM.
Marjun F. Danberg letur ongan iva verða um, at tær í Neistanum fara at reisa seg aftur, og hon greiður avgjørd frá, at tað verður talan um tríggjar FM-finalur hjá kvinnunum hesaferð.