Býráð við harðari hond

   

Tað er framvegis ein serstøk uppliving at sita í Tórshavnar Býráð. Havi sagt tað fyrr, og kenni meg noyddan at endurtaka tað: Har tykist alt at bera til - uttan mun til avtalaðar mannagongdir og vanligar reglur.
Tað seinasta er, at meirilutin í býráðnum hevur samtykt eina nýggja býarheildarætlan, sum enn liggur í hálvum gekki og ikki er liðugt viðgjørd á nakran hátt.
Hetta er ein ætlan, sum skal liggja til grund fyri, hvussu býurin verður bygdur út tey komandi 20 árini. Embætismenn og politikarar hava saman við einum ráðgevandi felag viðgjørt teir møguleikar, sum eru.
Fyrsta stig av arbeiðnum er liðugt á tann hátt, at ráðgevarafelagið og ein stýringarbólkur hava latið eitt álit frá sær. Hetta er við fyrivarni samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini fyrstu ferð - sambært avtalaðu mannagongdini.
Eftir hesi somu mannagongd er næsta stigið, at heildarætlanin verður ummæld av býráðnum, Kaldbaksnevndini, Hvítanesnevndini, kommunalu umsitingini, Oljumálaráðnum sum byggimyndugleika, Jarðarráðnum, friðingarmyndugleikum, Fornminnissavninum, Landsverkfrøðinginum, SEV, Føroya Tele, Fjarhitafelagnum, Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og øðrum umliggjandi kommunum.
Málið kom fyri býráðið á seinasta fundi. Ikki til ummælis, sum roknað varð við sambært mannagongdini, men til samtyktar. Nú skuldi býráðið í óðum verkum samtykkja eina heildarætlan, sum als ikki er liðugt viðgjørd.
Vit í minnilutanum søgdu sjálvsagt nei. Vit fóru ikki at samtykkja ætlanina á hesum stigi, tí málið er ikki nóg væl upplýst enn, og framferðin var í stríði við mannagongdina. Vit sóu okkum noyddar til at skjóta upp, at málið varð sent avvarandi myndugleikum til ummælis, soleiðis sum avtalaða mannagongdin sigur.
Tað legði meirilutin hjá Jan Christiansen og Heðin Mortensen líka í. Teir feldu okkara uppskot og trumlaðu síðani avstað og samtyktu heildarætlanina longu á hesum stigi - uttan at hoyra nakran av umrøddu myndugleikum og uttan at hava fingið greiðu á viðurskiftum, sum byggi- og býarskipanarnevndin hevði álagt teknisku umsitingini at tingast um.
Nú er mær komin upp í hendur ein skrá fyri næsta fund í byggi- og býarskipanarnevndini mánadagin. Har er millum onnur mál eitt uppskot um at gera ítøkiligar byggisamtyktir fyri Hoyvíkshagan "til at tryggja, at økið liggur tøkt til komandi býarvøkstur".
Álvaratos - eru vit í kríggj? Er vandi fyri, at ein fremmand makt fer at annektera Hoyvíkshagan í næstu viku?
Hetta er ikki tann avrádda mannagongdin. Hvørki myndugleikar ella borgarar hava fingið so mikið sum ein tjans at kunna seg um hesar týdningarmiklu ætlanirnir, tíansheldur at geva teimum síni viðmæli, frámæli ella viðmerkingar.
Tað stendur svart upp á hvítt í álitinum, at áður enn býráðið endaliga samtykkir heildarætlanina, skal hon ummælast hjá omanfyrinevndu myndugleikum og liggja alment frammi eitt skifti.
Eftir tað skula viðmerkingar og broytingaruppskot viðgerast og evt. broytingar gerast. Tá byggi- og býarskipanarnevndin hevur samtykt ætlanina á øðrum sinni, verður hon send býráðnum til endaliga samtykt.
Tí hevur býráðið í løtuni ongan rætt til at fara undir at gera ítøkiligar byggisamtyktir fyri komandi býin í Hoyvíkshaganum. Tað sigur seg sjálvt, at tað kann ikki gerast, fyrrenn heildarætlanin hevur verið alla mannagongdina ígjøgnum.
Við síni framferð tykir mær, at býráðsmeirilutin traðkar fólkaræðið undir fót. Alt, sum hevur við gjøgnumskygni, opinleika og kunning av borgarunum at gera, verður lopið um, og farið verður fram á ein hátt, sum minnir mest um konga- og keisaraatburð í miðaldarsamfeløgum.