Fótbóltur
Bárður sigur, at hann sum so als ikki visti av, at hann var í myndini til landsliðshópin yvirhøvur.
Eg eri so ongan tíð kunnaður um, at eg var millum spælararnar, sum venjararnir hava eyguni eftir, so í so máta gjørdist eg rættiliga bilsin í morgun.
Hinvegin munnu tað vera nógv kring landið, sum hava mett Bárð sum ein av monnunum, sum hevur møguleikan at koma í landsliðshópin. Tey bæði seinnu árini hevur hann sýnt støðuga framgongd, og hann hevur eisini verið ein sera týðandi partur av stóru framstigunum, sum EB/Streymur áhaldandi hevur gjørt.
Tað má eg so bara takka venjaranum fyri. Hann hevur gjørt eitt fínt arbeiði her norðuri, og sjálvur havi eg alla tíðina fingið álit frá honum, og tað er kanska týdningarmesta orsøkin til mína menning, heldur Bárður.
Nú er so bara at biða um frí frá arbeiðsplássinum, soleiðis at hetta ikki verður órógvað av landsliðsferðini, og tann frídagin sigur Bárður seg longu hava fingið játtaðan.