Bárður við ljósum vári í Steinprenti

Leygardagin býðst høvið hjá øllum at uppliva eina ljósa og várliga framsýning í Steinprenti við spildurnýggjum vatnlitamyndum hjá Bárði Jákupsson.

Ferniseringin verður klokkan seks um kvøldið og hon er samskipað við eina framførslu hjá Aldubáruni, sum verður klokkan 19.30 við síðuna av, í nýumbygdu stásiligu hølunum hjá Østrøm.

Seinastu árini hevur Bárður Jákupsson havt fleiri stórar og fagnaðar framsýningar bæði innan- og uttanlands, ið allar hava verið merktar av einum øgiligum yvirskoti og skapanarmegi.

- Vit tora alt fyri eitt at lova, at henda skapanarmegin er púra óviknað, siga tey í Steinprenti.

- Nú ætla vit okkum á ongan hátt undir eina kynsspesifikka greining av litavalinum hjá Bárði Jákupsson, men kortini er gleðiligt at síggja, at hansara nýggju myndir ýa í gentulitum.

- Yvirhøvur eru hesar myndirnar tysjandi fullar av lívi og rørslu á ein hátt, sum hóskar lívsjáttandi árstíðini til, leggja tey í Steinprenti afturat.