Bárður veit ikki hví øll eru farin at gartera

- Eg veit ikki, hví øll eru farin at gartera.

Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, staðfestir, at enn er Fíggjarnevndin ikki liðug at viðgerða fíggjarlógina fyri í ár.

Tískil er enn ikki avgjørt, hvussu stór játtanin til at fyribyrgja harðskap í familjum, verður.

- Tí heldur hann, at tað er dekan ov tíðliga at mótmæla einum máli, sum ikki er avgreitt.

Sum sagt í nøkrum greinum á Portalinum í dag, hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fingið illgruna um, at fíggjarnevndin ætlar at skarva av játtanina til eina heildarætlan, sum hevur til endamáls at fyribyrgja harðskapi í parløgum og nær sambondum.

Men hann heitir staðiliga á Fíggjarnevndina um at lata vera, tí hendir tað, dettur øll heildarætlanin niðurfyri.

Johan Dahl hevur biðið um 1,2 millión til ætlanina, men so vítt, tað hevur eydnast okkum at fingið uppspurt, hevur Fíggjarnevndin skarvað 500.000 krónur av henni aftur.

Bárður Nielsen sigur, at hann hevur ikki likið upplýsingar úr Fíggjarnevndini, so hann veit ikki, hvør hevur plantað hendan illgrunan í landsstýrismannin í vinnumálum.

Bárður Nielsen sigur eisini, at Johan Dahl er sanniliga ikki tann einasti, sum hevur ein illgruna.

- Nógv fólk hava eisini ringt til mín at spyrja, hví játtanin er skerd, sigur hann.

Men hann staðfestir, at enn er fíggjarnevndin ikki liðug við fíggjarlógina, so tað er nakað tíðliga at mótmæla, heldur hann.

Hann vil ikki siga, hvussu stóra játtan, heildarætlanin ímóti harðskapi í familjum, fær.

- Hetta er eitt týdningarmikið mál av so nógvum øðrum týdningarmiklum málum og at onki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt.

Hinvegin segði Eyðgunn Samuelsen, limur í fíggjarnevndini, við Portalin fyrr í dag, at tað er skarvað av játtanini, men verður avleiðingin tann, at øll heildarætlanin dettur niðurfyri, verður neyðugt at viðgera málið av nýggjum og at finna pengarnar.

Tað sama staðfestir Kristina Háfoss, tingkvinna, limur í fíggjarnevndini fyri Portalinum í kvøld.

Hon sigur, at ætlanin er ikki at seta ætlanina í vanda, men verður tað avleiðingin av skerjingini, má játtanin eftirmetast, so at pengarnir kunnu fáast upp á aftur.

Hon sigur, at orsøkin til, at játtanin er lækkað í Fíggjarnevndini, er tað nevndin helt, at hon toldi tað. Men tá ið tað nú verður sagt, at tað fer at forkoma ætlanini, hevur samskiftið kanska ikki verið nóg gott og so má játtanin fáast á aftur.