Bárður temur aldurnar

Úr rúgvuni av verkætla­num, sum oljupengar til vinnuliga førleikamenning eru latnir til, telist verk­ætl­anin hjá Bárði Niclassen úr Hoyvík. Hann hevur vart sína doktararitgerð um alduforsagnir, men er longu farin víðari við eini post. doc. Lat okkum siga, at hann ”temur” aldur á doktarastigi

Sum umtalað í grein aðrastaðni í blaðnum, so bundu oljufeløgini, ið fingu leitiloyvi á føroyska landgrunninum í 2000 og 2004, seg til at gjalda ávísa upphædd til vinnuliga førleikamenning. Skjótt stóð greitt hjá bæði føroyskum myndugleikum og oljufeløgunum sjálvum, at hesin peningur ikki bert skuldi veitast til førleikamenning við beinleiðis tilknýti til oljuvinnuna, men eisini øðrum vinnugreinum.

Dømi um eina tílíka verkætlan er verkætlanin hjá 33 ára gamla Bárði Niclassen úr Hoyvík, sum fyrr í ár lat úr hondum Ph.D. ritgerð innan alduforsagnir, og sum hann stutt eftir, í apríl mánaði, vardi á Fróðskaparsetri Føroya. Aldufrymilin, ið hann hevur víðariment í samband við hesa verkætlan, tekur støði í veðurforsagnum, streymviðurskiftum og botnviðurskiftum kring oyggjarnar og kann út frá hesum rokna seg fram til longd og hædd á aldunum. Víðarimenningin tekur støði í øðrum forritum, ið eru ment gjøgnum ávísa tíð, serliga í Hollandi.

Saman við sínum aldufrymli megnar Bárður Niclassen at spáa um, hvussu stór alda verður á ymsum leiðum nær landi, um veðurforsagnirnar annars halda. Tað honum tørvar fyri at koma við álítandi alduforsagnum er nevniliga ein álítandi veðurforsøgn yvir økið, ið mett verður um.

Hent útróðrarkunning

Bárður Niclasen dugir ikki at rópa á aldurnar fyri at fáa tær at leggja seg, eins og Messias gjørdi á Genesareth’s vatni á sinni. Hinvegin so tørvar honum nágreiniligar upplýsingar um havdýbd, streym og vindmegi sum input til eitt telduforrit, sum kann rokna út, hvussu aldurnar fara at hátta sær inni millum oyggjarnar og tætt inni á landleiðini.

Talan er um alduforsagnir ein slakan fjórðing úr landi og út á einar 12 fjórðingar, ella sum Bárður skemtandi tekur til, so eru tað landkrabbar og frikadellufiskarar, ið fáa størstu nyttuna av hansara arbeiði. Samstundis er tað eisini nær landi, at torførast er at spáa um aldurnar, tí her hava skiftandi streymviðurskifti og veðurlag størstu ávirkan. Øðrvísi er longur úti á havinum, har alduforsagnir longu eru tøkar frá ymsum veðurstovnum. Sostatt ber við frymlinum hjá Bárði til at fáa alduforsagnir ein fjórðing úr landi og út á alt sjóøkið kring Føroyar, sum røkkur út á 200 fjórðingar.

Telduforritið hjá Bárði Niclassen ger nýtslu av einum øðrum forriti innan streymmodelering, sum vegleiðari hansara, Knud Simonsen lektari í havfrøði, hevur staðið á odda fyri at menna. Tað forritið, sum heldur skemtiliga verður nevnt HÚK (= Hent Útróðrarkunning), greiddi Knud Simonsen saman við øðrum úr hondum fyri nøkrum árum síðani. Tað forritið hava føroyskir útróðrarmenn og skip og bátar annars, ið sigla inni millum oyggjarnar, havt stóra gleði av síðani.

Meðan streymviðurskifti eru lutfalsliga løtt at spáa um, tí tey eru tengd at flóð og fjøru og astronomiskum viðurskiftum, so sum fjarleika mánans frá jørðini, so er verri at spáa um aldur. Hetta kemst av, at neyvar alduforsagnir eru treytaðar av neyvum veðurforsagnum. Tí gerast aldurforsagnirnar hjá Bárði Niclassen ongantíð meiri álítandi enn veðurforsagnirnar annars eru.

Framvegis á aldutoppinum

Sjálvt um hann longu ”temur” aldur á doktarastigi, so er Bárður Niclasen ikki sokkin í nakran aldudal enn, men granskar framvegis innan sama áhugaverda evnið. Nú doktararitgerðin er løgd afturum, er hann í gongd við víðari gransking og eina verkætlan ið á akademiskum máli verður rópt ein post. doc.-verkætlan.

Bárður leggur dent á, at neyvleikin við aldumodellinum í stóran mun er tengdur at tættleikanum fyri útrokningarnar – ella sagt á annan hátt, hvussu tætt ’grid’ ein brúkar. Um upplýsingar um havdýbd, streym og vind eru tøkar fyri til dømis hvørjar 100 fermetrar, so kann aldumodellið gera neyvari útrokningar, enn um somu upplýsingar bert eru tøkar fyri hvønn ferkilometur.

Hinvegin skal havast í huga, at so hvørt sum tættleikin minkar, so krevst størri rokniorka, og tað setur aftur størri krøv til skjótleikan hjá teldunum.

Leggjast kann afturat, at Náttúruvísindadeildin hjá Fróðskaparsetrinum nýliga hevur fingið dagførda telduútgerð, so hetta fer uttan iva at betra um møguleikarnar hjá Bárði at menna ein aldufrymil, ið kann gera enn neyvari alduforsagnir. Hendan telduútgerðin, sum eisini aðrir granskarar á Fróðskaparsetrinum njóta gott av, er sponsorerað av Atlantic Petroleum og Geysir Petroleum.

Post. doc. verkætlanin hjá Bárði Niclaseen kemur væntandi at taka tvey ár og verður stuðlað av Granskingarráðnum og Fiskivinnuroyndum.

--------

Visti tú:

Aldumodellið hjá Bárði Niclassen er ikki tøkt á marknaðinum enn, men til ber at síggja alduforsagnir úti á havinum á til dømis hesum heimasíðum:

vs.sigling.is

ocean.dmi.dk

www.met.no

-----------

Nýtsluøkir fyri aldumodell

Ítøkiliga sæð kann aldumyndilin hjá Bárði Niclas­sen millum annað brúkast til:

• at útvega upplýsingar um alduviðurskiftini í samband við bygging av havnum

• kanningar av, hvønn týdning aldurviðurskiftini hava fyri reinsan av botninum undir alibrúkum, og annars í sambandi við dimensionering av alibrúkum og havnum

• at verða hent amboð hjá skipaferðsluni, umframt til kanningar av undir hvørjum umstøðum ringur sjógvur ávirkar summi økir

----------

Oljupengar fíggjað verkætlanina

PhD-verkætlanin hjá Bárði A. Niclasen er fíggjað av Statoil-bólkinum, ið er eitt samtak av oljufeløgunum Statoil, Phillips, Enterprise og Veba. Liðugtgerð av PhD-ritgerðini er eisini stuðlað av Vísindagrunninum hjá Føroya Sparikassa og av Náttúruvísindadeildini.