Flogbóltsútiseti
Leygardagin skuldu Bárður Mikkelsen og Holte royna seg ímóti DHG Odense, tá hálvfinalan í donsku steypakappingini var á skránni.
Dysturin varð leiktur fyri mest sum fullsettari høll í Odense, og fyri heimaáskoðararnar tóktist alt ganga eftir vild fyrstu løtuna.
Vendu dystinum
Tað var nevnliga DHG, sum kom best frá byrjan, og í fyrsta settinum tóktist ivin ikki vera nakar serligur. Bárður Mikkelsen greiðir frá, at leikararnir hjá Holte framdu fleiri persónligar villur, og at hesar vórðu revsaðar hart av heimaliðnum, sum vann settið 25-19.
Í næsta settinum tóktist framvegis ganga sama vegin, men við eitt kom vend í. Nú var tað brádliga DHG, sum framdi flestu mistøkini, og tá Holte samstundis fekk skil upp á sítt álopsspæl, kom Holte betur við, og vunnu teir settið 25-20.
Og so vóru teir í Holte av álvara heitir. Sjálvur heldur Bárður, at teir neyvan hava leikt betri í ár, enn teir gjørdu tey bæði seinastu settini, sum vórðu vunnin 25-12 og 27-25. Hetta hóast teir í Holte vóru sera ónøgdir um dømininga, har teir onkursvegna mistu tveir dystarbóltar, uttan at nakar av leikarunum kendi til orsøkina fyri hesum, verður sagt.
Hitta Ålborg
Í hinari hálvfinaluni vann HIK Ålborg á Skovbakken Volley í einum sera spennandi dysti, og sostatt verða tað somu lið sum í fjør, sum nú skulu hittast í finaludystinum.
Finalan verður leikt í Aarhus tann 17. desember, og tað er einki at ivast í, at Báður og teir hava nakað til góðar. Í fjør taptu teir nevnliga finalurnar í bæði lands- og steypakapping fyri júst HIK, men í ár hava teir so megnað at vunnið 3-0 í fyrsta dystinum millum liðini.
Teir føroysku hyggjararnir, sum síggja Viasat Sport, kunnu longu nú vera vísir í at síggja finaludystin hjá Bárði og teimum, og møguliga verður dysturin eisini sýndur á DR1, men tað er so ikki endaliga greitt enn.