Tá ið vanliga tíðin var farin, vísti máltalvan í Klaksvík framvegis 0-0. Í tíðini, sum dómarin, Rúni Olsen, legði legði aftrat, skoraði KÍ málið, sum bar við sær, at havnarmenn fóru suður aftur við ongum.
Í morgin fer HB norðuraftur. Tá verður tað við besta liðnum, og tá verður úrslitið týdningarmiklari, enn tað var í dag.
Men í dag var eingin ivi um, at klaksvíkingar fegnaðust um 1-0 sigurin og øll stigini. Tað sást bæði á vøllinum og kring vøllin.
Sigursmálið skoraði Bárður Johnson Heinesen. Tað var eftir, at Eivin Sørensen við horna legði innfyri. Bólturin ferðaðist aftur og fram í málteiginum, áðrenn Bárður beindi hann í málið.
Tórur Justesen var liðformaður á KÍ liðnum. Hann kom ikki á vøllin eftir steðgin. Tað man vera, tí at hann verður eykamaður í morgin.
Á HB liðnum var eingin, sum tað kann roknast við verður á dómaraseðlinum í morgin.