Bárður skal syrgja fyri trivnaði

Sjóvar kommuna hevur sett 32 ára gamla, Bárð Danielsen av Strondum, sum nýggja trivnaðar-og skrivstovufólkið hjá kommununi.

Sjóvar kommuna hevur sett 32 ára gamla, Bárð Danielsen av Strondum, sum nýggja trivnaðar-og skrivstovufólkið hjá kommununi. 

 

Bárður hevur lisið HA í vinnulívsbúðskapi á CBS í Keypmannahavn, og í løtuni er hann í holt við høvuðsuppgávuna á kandidatinum í ferðavinnu.

 

Tað vita tey í Sjóvar kommunu at siga. Lagt verður aftrat, at kommunan í løtuni er í stórum vøkstri, og áhugin at seta búgv í kommununi er stórur.

 

Fólkatalið í Sjóvar kommunu er vaksið við 6,7 prosentum síðan hin 1. januar 2017.

 

- Vit ynskja at varpa ljós á kunning, mentan, trivnað og annað, umframt at styrkja kommunalu umsitingina. Bárður byrjar í starvinum í dag, 1. mars, siga tey í Sjóvar kommunu.