Bárður Olsen til HB

Tað hevur í eina tíð verið greitt, at Bárður Olsen ikki heldur fram í B36. Í kvøld hevur hann gjørt avtalu fyri komandi ár við grannarnar úr HB.

 

Bárður Olsen sum er 27 ára gamal, var tann leikarin ið leikti næstflestar minuttir fyri grannarnar í fjør. Bárður er miðvallari, men kann sum so setast at røkja eina og hvørja uppgávu á liðnum, skrivar heimasíðan hjá HB um víkamannin.

 

Bárður ið hevur traðka sínar barnaskógvar í EB/Streymi, flutti ár fyrsta sinnið til Havnar í 2010. Eftir ein stuttan steðg bæði í barndómsfelagnum og á Argjum, var Bárður aftur hjá grannunum í fjør, har tað bleiv til í alt 31 dystir. Millum annað tveir góðar Champions League dystir, har grannarnir rættiliga vístu seg fram.

 

Bárður hevur nú í eina tíð vant við okkum, og henda avtalan ið er galdandi fyri komandi árið, er sum so bara ein staðfesting av hesum. Eisini kunnu vit noterað okkkum at Bárður hevur leikt bæði á U19 og á A-landsliðið okkara, skrivar HB heimasíðan at enda.

 

Mynd: (www.hb.fo) Finnbogi Arge, formaður í HB, og Bárður Olsen