Argjamaðurin Bárður Olsen vann í kvøld FM í dart. Hann á arvafíggindanum Remy G, Hansen í finaluni. Hjá kvinnunum vann Gunnbjørg Dam FM finlauna á døttrini.
FM finalurnar í dart er í Skopun í dag. Í einmansleiki hjá monnum bleiv tað sum væntað ein dystur millum Remy G. Hansen og Bárð Olsen. Remy G. Hansen var verandi FM vinnari, meðan Bárður Olsen var styrkist mettur sum nummar eitt, eftir tíggju tey innleiðandi FM umførini.
Bárður Olsen vann finaluna 7-3 á Remy G. Hansen, sum annars hevur havt takið á argjamanninum í innanhýsis dystunum
- Nú eri eg glaður. Tað var í dag eg skuldi vinna, so hinir dystirnir okkara millum hava einki at siga nú, sigur Bárður Olsen.
Tað stóð annars nógv á hjá Bárði Olsen í bæði hálvfinlauni og fjórðingsfinlauni. Í hálvfinlauni var hann aftanfyri 5-2 móti Peturi Thomsen, men vann 6-5. Eisini í fjórðingsfinaluni stóð nógv á móti Boga Isaksen. Bárður Olsen vann 5-4 í einum dysti, har tann sum kastaði fyrst einki sett vann. Tað er heldur óvanligt.
- Eg má rósa fyriskiparunum fyri eitt framúr tiltak. Hølini og umstøðurnar eru framúr í Skopun, og tað er einki at seta fingurin á, sigur Bárður Olsen.
Gunnbjørn vann á dóttrini
Í einmansleiki hjá kvinnum vann 62 ára gamla Gunnbjørg Dam FM. Í finaluni vann hon 4-1 á dóttrini Jóan Edvør Thomasen. Hetta er fyrstu ferð, at Gunnbjørg Dam vinnur FM.