Víkarmaðurin hevur í ár verið í útlegd í B36, men hevur annars altíð umboðað EB/Streym, har hann er uppvaksin saman við Hans Paula Samuelsen, Marna Djurhuus, Gert Hansen og øðrum góðum monnum.
Í Sundalagnum bjóða tey Bárði Olsen vælafturkomnan í EB/Streym, eftir at hann hevur spælt 31 dystir og skotið sjey mál fyri B36 í ár.
Somuleiðis fegnast tey í EB/Streymi um, at norðskálamaðurin Leif Niclasen leingir sáttmálan við tveimum árum.
Bæði 25 ára gamli Bárður Olsen og 24 ára gamli Leif Niclasen vóru inni í landsliðshitanum, tá Jógvan Martin Olsen var landsliðsvenjari.