- Øll verða ikki viðfarin á líka. Skattareglurnar favorisera ognarbústaðin fram um leigubústaðin. Um leigubústaðurin skal hava nakra framtíð í Føroyum, so krevur hetta broytta skattalóg, hevur Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, sagt í skrivi til bløðini.
Men Bárður Nielsen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, skilir ikki heilt, hví Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, kemur fram við atfinningum mótvegis bústaðarpolitikkinum júst nú.
– Eg má siga sum er, at eg skilji ikki, hví hann kemur við hasum júst nú. Formaðurin í Búskaparráðnum má vera greiður um, at Bústaðarpakkin kemur komandi vár, og hann loysir trupulleikarnar, sum Jørn Astrup Hansen tekur fram, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum.
Bústaðarpakkin, Bárður Nielsen nevnir, ger, at MVG og rentustuðul til íbúðir til leigu verður javnsettur í mun til sethús.
Bárður Nielsen vísir á, at tað Jørn Astrup Hansen er inni á, er ein donsk loysn, men at Bústaðarpakkin er ein føroysk loysn, sum loysir trupulleikarnar, búskaparráðsstjórin er inni á á ein annan hátt, ið eisini er umsitingarliga lættari.
Útsagnirnar hjá Bárði Nielsen eru viðmerking til lesarabræv hjá Jørn Astrup Hansen, sum er at lesa á síðu 10 í dagsins blað.