Bárður Nielsen, fyrrverandi løgtingslimur og landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin, hevur framvegis ikki tikið støðu, um hann bjóðar seg fram til komandi løgtingsval.
Tað sigur hann við Portalin.
- Eg veit, at eg skal taka støðu rímiliga skjótt, men eg havi ikki sett nakað mark fyri, nær tað verður greitt. Eg umhugsi støðuna í løtuni, sigur hann.
Bárður Nielsen segði við Sosialin í februar, at um hann ætlar sær aftur upp í politikk, er málið púra greitt.
- Stilli eg uppaftur, so skal tað verða tí, at eg havi nakað upp á hjarta og haldi meg kunna ávirka mál rætta vegin, segði hann tá.