Úr pottinum saman við HB, komu eysturrísku meistarnir við heldur lýsingarkenda navninum, Red Bull Salzburg. Í 2001 var mótstøðan hjá HB í Europa eisini úr Eysturríki, tá var talan um Sturm Graz.
- Eg minnist væl teir báðar dystirnar. Vit spældu javnt 2-2 á Tórsvølli í fyrra dystinum. Vit vóru á odda 2-0, men í móti endanum skiftu teir ein áleypara úr Nigeria inn og hann fekk tveir kassar, sigur Bárður Mortansson, sum byrjaði inni tann dystin.
Bárður Mortansson skoraði bæði málini fyri HB, har annað var uppá beinleiðis fríspark.
- Eg haldi Sturm Graz yvirvurderaði okkum eitt sindur til retur dystin í Eysturríki, sum var spældur á navnframa leikvøllinum, Arnold Schwarzenegger stadium. Teir stillaðu við sterkasta liðnum og tað vóru nógvir áskoðarar, men miðlarnir høvdu sjálvandi ikki gloymt sigurin hjá føroyingum í Landskrona, sigur Bárður Mortansson.
HB tapti seinna dystin á Arnold Schwarzenegger Stadinum 4-0.
- Tað er sjálvandi stuttligt, at vit aftur hava fingið eysturríska mótstøðu, men hatta er helst eitt sera sterkt lið, sigur Bárður Mortansson at enda.
Fyrri dysturin verður á Red Bull Arena 14/15. Juli, meðan seinni dysturin verður í Gundadali 20/21. juli.