Bárður á Lakjuni í Reinsarínum

Hóskvøldið klokkan 20 verður útgávukonsert við Bárði á Lakjuni í Reinsarínum í Havn

Fyrr í ár gav Bárður út fløgu og bókling við yrkingum undir heitinum ”Lívsins dansur”, og tað er henda útgáva, ið verður snúningspunktið á konsertini.

Bárður fer sjálvsagt at framføra sangirnar av nýggju útgávuni, ið havi verið nógv at hoyra í loftmiðlunum – eitt nú ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”. Umframt hini løgini á úgávuni, verður eisini annað tilfar hjá Bárði at hoyra – bæði sangir og upplestrar. Nakrir av dugnaligastu tónleikarum okkara fara at framføra saman við Bárði, og nakrir málningar hjá Sámali Toftanes, ið myndprýða bóklingin, verða eisini sýndir fram. Til ber sjálvsagt eisini at ogna sær útgávunahttp://umsiting.in.fo/ hetta kvøldið. Atgongumerki fáast á torsgota.fo.

Útgávan, Lívsins dansur, er annars vovin saman við trimum træðrum, ið eru tekstir, tónar og myndir. Talan er um bókling við sekstan tekstum, harav meginparturin eru nýggir tekstir, meðan nakrir eru útgivnir áður á øðrum tónleikaútgávum. Leirvíksmálarin, Sámal Toftanes, myndprýddi bóklingin, og fløga við níggju skeringum er eisini knýtt at útgávuni – sjey sangir og tveir upplestrar. Niclas Johannesen framleiddi tónleikaliga partin. Sprotin gav yrkingasavnið og fløguna út, meðan Tutl stóð fyri útbreiðsluni av tónleikaliga partinum á talgildu miðlunum.