Bárður Klakstein fekk virðisløn frá P/F Meinhardt Arge

   

Sum nakað nýtt lat bilasølan, P/F Meinhardt Arge, eina virðisløn til tann sum stóð seg best í nýggju sveinaroyndini hjá bilmekanikarunum. Tað bleiv Bárður Klakstein, frá Auto-shine í Klaksvík, ið fekk virðislønina fyri gott avrik til sveinaroyndina. Virðislønin var eitt Fluke mátitól, sum ein bilmekanikari illa kann vera fyri uttan. Bárður var fegin um at fáa hesa virðislønina ið Eirikur Simonsen, lærari á bildeildini á Tekniska Skúla, handaði honum. Hetta er fyrstu ferð at ein slík virðisløn verður latin til bilmekanikarar.