Bárður Johannesen: Tað sá svart út

Aldursforsetin hjá Kyndli, 40 ára gamli Bárður Johanne­sen, gekk á odda tá ið harðast leikaði á í tøttu og spennandu seinnu hálv­finaluni sunnu­kvøldið.
– Menn sóu ógvuliga tungir út, tá ið vit sótu har í hálv­leikinum. Tað má eg við­ganga. Vit royndu at hugsa, at tað var ein hálv­leikur eftir og at alt fram­vegis kundi henda. Eg royndi tað, sum eg kundi, og tað gekk tíbetur, segði Bárður Johannesen eftir dystin.

Hugsaðu um henda dystin
Hann helt tað vera um­ráð­andi, at teir í Kyndli bara hug­savnaðu seg um seinnu hálv­finaluna og gloymdu samlaðu støðuna – og skuldu vinna.
– Vit royndu ikki at hugsa um fyrra dystin og spæla ein nýggjan dyst, sum skuldi vinnast. Men tað gekk rímiliga striltið. Vit mis­nýttu nógv, harav brots­køst og skjótálop, og tað var skjótt at teir komu fram um okkum. Tað var tungt at byrja upp á seinna hálvleik, men eg føldi, at vit fingu fatur á teimum í verjuni, sigur Bárður og heldur fram:
– Men so fingu vit tríggj­ar útvísingar upp í slag, og tá sá svart út. Men vit trúðu upp á tað hóast alt, tí vit høvdu longu fingið fat­ur á teimum, so tá ið vit vórðu fullmannaðir aftur hildu vit, at vit kundu steðga teimum. Og tað gjørdu vit so, segði Bárður.

Jøvn finala
Bárður Johannesen metir, at teir sum annað liðið í steypafinaluni fara at syrgja fyri einum góðum dysti.
– Nú hava vit ikki tapt í átta dystir. Vit tapa hendan, men tað var væl valt at júst tapa í dag. Tað er so at siga 50/50 í finaluni. Um vit møta VÍF, so eru teir helst favorittar, men StíF er eitt steypalið og klára seg væl har og kunnu vera favorittur, men eg vænti tó, at finalan verður jøvn, segði Bárður Johannesen at enda.