Amnesty International Føroya Deild skipaði í apríl fyri aðalfundi, har millum annað nevndarval var á skránni.
Stórar broytingar vóru í nevndini. Seks fólk stóðu fyri vali, Eyðgerð Mørkøre Kruse, Guðrið Poulsen, Lilju K. Luid, Katrin D. Apol, Lív Patursson og Pætur á Borg.
Katrin D. Apol, Lív Patursson og Pætur á Borg vóru øll trý afturvald, meðan Bárður Ísheim, Johan Jacobsen og Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge vóru nývald í nevndini eftir at Eyðgerð Mørkøre Kruse, Guðrið Poulsen pg Lilja K. Luid ikki tóku við afturvali.
Nýggja nevndin hevur skipað seg við Lív Patursson sum forkvinnu, Pætur á Borg sum næstformanni, Bárður Ísheim sum kassameistara, Katrin D. Apol og Bergur A. Dalsgarð sum nevndarlimir, og Johan Jacobsen og Bjørk S. Lamhauge sum tiltakslimir.
Hóast fleiri broytingar í nevndini, so fer nevndin at halda fram við tí arbeiðinum, ið undanfarna nevnd byrjaði.
- Í hesum nevndarskeiði fara vit framhaldandi at arbeiða fyri, at betra um umstøðurnar hjá neyðtøkuoffrum. Seinasta árið hava vit megnað at seta evnið á politiska dagskrá, og vit hava fingið lyfti um lógarbroytingar. Amnesty fer framhaldandi at trýsta fyri, at ein móttøka fyri neyðtøkuoffur verður sett á stovn, og so ætla vit at byrja eitt størri upplýsandi arbeiði, sum skal skapa eina hugburðsbroyting til neyðtøkur og kropsligt sjálvræði. Ætlanin er at seta gongd á eitt kunnandi átak, sum skal strykja okkara fatan av hugtakinum samtykki. Tað skal ikki vera nakar ivi hjá nøkrum um, at sex uttan samtykki er brot á kropsliga sjálvræðið hjá tí einstaka, sigur Lív Patursson, nývald forkvinna fyri Føroya Deild.