fyrilestur
Bárður Jákupsson, sum er føddur í 1943, hevur í meira enn fýra ártíggju leitað alt djúpri niður í síni listaverk. Skaldsligu og tónlistaligu dygdirnar og frálíka listamegin í verkunum hjá Bárði hava sett hann í miðdepilin í føroyskari listasøgu. Á sama hátt sum dýpdin eyðkennir málningalistina hjá Bárði, soleiðis eyðkennir dýpdin hansara hátt at miðla listina. Bárður Jákupsson hevur bæði eitt djúptøkið og innlivað tilknýti til føroyska list og sermerkt evni at miðla sína vitan um hana.
Listasavn Føroya fegnast um, at Bárður Jákupsson hevur játtað at greiða nærri frá nøkrum verkum hjá savninum mikukvøldið komandi.
Í vetur fer Listasavn Føroya at hava fleiri kvøld, har ymisk listafólk fara at greiða frá tilknýti sínum til nøkur verk hjá savninum. Tiltøkini verða á Listasavninum, tey eru opin fyri almenninginum, og øll eru vælkomin.