Vónirnar til judo-íðkararnar vóru ikki sørar undan oyggjaleikunum, og nú eru fyrstu heiðursmerkini longu komin til høldar í vektklassanum 66 kg.
Bárður Hentze Lenvig vann gull og Dánjal á Krákusteini vann bronsu.
Bárður Hentze Lenvig vann á Taavi Eigo av Saarema í finaluni.
Í judo er eingin bronsudystur. Dánjal á Krákusteini tapti móti júst Taavi Eigo í hálvfinaluni. Dánjal og hin tapandi hálvfinalisturin fáa hvør sítt heiðursmerki, so Føroyar hava longu fingið tvey heiðursmerki í judo.
Fríði Carlsen kappaðist eisini í sama vektklassa, men hann tapti dystirnar í tí innleiðandi bólkinum.
##ms##