Tað hevur sæð eitt sindur rokaligt út í B36 seinastu tíðina, men fyri kortum skrivaði Sebastian Pingel undir nýggjan sáttmála, og í gjár vandi Bárður Olsen við.
Undirskriftin av Sebastian Pingel hevur stóran týdning fyri B36, tí hann hevur verið kanska týdningarmiklasti spælarin á liðnum í ár. B36 hevur eisini fingið tilgongd av Bjarka C. Nielsen, sum er komin til av Argjum.
Tað hevur í eina tíð ljóðað, at Bárður Olsen er á veg til B36. Hann spældi í fyrru hálvu í ár við næstbesta liðnum hjá B36, og skifti síðani til barndómsfelagið, EB/Streymi. Nú er greitt, at miðvallarin verður aftur at síggja í B36, men nú á besta liðnum.
Hann vandi í gjár við besta liðnum hjá B36, og har bleiv boðað frá, at Bárður Olsen verður partur av hópinum til komandi kappingarár. Higartil telur frágongdin Árna Frederiksberg (KÍ) og Michal Przybylski (HB), meðan tað er sannlíkt at Stefan Radosavlejvic eisini fer til HB.