Fríggjadagin verður fernisering í Galerie Focus við Bárði Dahl Christiansen, har Fróði Hansen og Bogi Á Borg koma framvið og spæla nøkur løg.
Bárður Dal Christiansen er sera virkin listamaður. Hann er ein av yngstu limunum hjá Føroysk Myndlistafólk og hevur verið við á fleiri framsýningum í Listaskálanum og Norðurlandahúsinum. Við sterkum litum og skemtiligum frásøgnum roynir Bárður at snara tað vakra og reella til nakað svart og skemtiligt.
Sum ein av stovnarunum av Scrub.Art, varð fyribrygdi Street Art varpað út í Føroyum. Scrub.Art er ein lítil listabólkur mannaður av Bárður Dal Christiansen og Ólavur S.T. Thorsteinsson. Aftaná eitt væleydnað live show á G! Festivalinum 2007, varð Scrub.Art kent kring landið. Við Scrub.Art hevur Bárður arbeitt við lýsingarátøkum, húsaprýðing, stuðulstiltøkum og øðrum.
Opið leygardagin 13. august 16 - 18, týsdagin 16. og mikudagin 17. august kl. 15 - 18.










