Hóast tað var tepurt og harvið ikki serliga sannførandi, so er lagið gott í B36 í kvøld.
Í fyrstu royndini hjá nýggja venjaranum, Allani Mørkøre, eydnaðist tað árstalsfelagnum at vinna 1-0 á FC Suðuroy.
Málið skoraði miðvallarin Bárður Olsen fimm minuttir undan steðginum, eftir at Stig Roar Søbstad hevði lagt innfyri úr høgru.
At munurin bara var eitt stig bar við sær, at tað alla tíðina í 2. hálvleiki kendist intenst og spennandi, og tað var ikki sørt, at teir hvítu sóu lættir út, tá ið Dagfinn Olsen hevði bríkslað fyri síðstu ferð.
B36-FC Suðuroy 1-0 (1-0)
Dómari: Rúni Gaardbo
1-0: Bárður Olsen 40.
B36: Meinhard Joensen - Jónas Tór Næs, Dimitrij Jankovic, Odmar Færø, Herbert í Lon Jacobsen - Jákup á Borg, Klæmint Martas, Bárður Olsen (Fróði Clementsen, 85.), Hjlagrím Elttør - Christian R. Mouritsen, Stig-Roar Søbstad (Róaldur Jacobsen, 66.)
Gult kort: Jákup á Borg, Odmar Færø
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Kasper Schultz, Teitur Tausen (Tóki Brattalíð, 74.) - Martin Tausen (Brandur Suðuroy, 89.), Heini Bech, Palli Augustinussen, Henning G. Joensen (Kári í Lágabø, 81.) - Mamuka, Jón Krosslá Poulsen
Gult kort: Suni úr Hørg, Martin Tausen, Heini Vatnsdal, Jón Krosslá Poulsen, Mamuka Toronjadze
------
Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum bestu í Gundadali, har B36 hevur vitjan av FC Suðuroy.
Tá ið liðini hittust í Vági sunnudagin vann heimaliðið 2-1. Dagin eftir varð B36 venjarin, Sigfríður Clementsen, sagdur úr starvi, og í kvøld hevur Allan Mørkøre fyri fyrstu ferð ábyrgdina av liðnum hjá árstalsfelagnum.
B36-FC Suðuroy kl. 18.30
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Meinhard Joensen - Jónas Tór Næs, Dimitrij Jankovic, Odmar Færø, Herbert í Lon Jacobsen - Jákup á Borg, Klæmint Martas, Bárður Olsen, Hjlagrím Elttør - Christian R. Mouritsen, Stig-Roar Søbstad
FC Suðuroy: Kuzmann - Suni úr Hørg, Heini Vatnsdal, Kasper Schultz, Teitur Tausen - Heini Bech, Palli Augustinussen, Henning G. Joensen - Mamuka, Jón Krosslá Poulsen