Á heimasíðu sínari sigur HB, at felagið nú hevur gjørt sáttmála við Bárður Mortansson. Bárður hevur fingið sína fótbóltsuppaling í HB, men áðrenn hann í fjør heyst fór av landinum, hevði hann í nøkur ár spælt við B36.
Nú verður framrættaði spælarin, sum kann nýtast í álopi og á miðvøllinum, tó aftur reyðum og svørtum, og tað er einki at ivast í, at tey fegnast um styrkin.