Eg fari at virka fyri at skapa best møguligu karmar fyri borgararnar í Tórshavnar Kommunu.
Eg fari at virka fyri:
Fíggjarligum skynsemi.
Umheimurin er í einari stórari fíggjarligari kreppu og kommunan hevur brúkt óvanliga nógvar pengar á sínari fíggjarlóg seinastu árini. Hesir pengar hava verið væl brúktir, men nú er tíð at umhugsa og raðfesta sínar íløgur av nýggjum, so kommunan ikki endar í fíggjarligum óskili.
Ungdóms politik
Ætlanin er at skipa eitt ungdóms- og barnaráð, har teir yngru borgararnir í Tórshavnar kommunu hava møguleika at fáa síni sjónarmið fram. Og øll mál framyvir, sum hava við børn og ungdóm at gera, skulu viðgerast av hesum ráðnum soleiðis, at ungdómurin kann gera sína ávirkan galdandi í málum, sum koma teimum við. Hetta soleiðis at samstundis slepst undan, at 40-50 ára gomul, menn sum kvinnur, skulu siga ungdóminum, hvat hann vil hava. Læt ungdómin svara fyri seg!
Ùtbúgving
Tórshavn skal verða ein lestrarbýur, ið dregur vitanartunga vinnu og gransking at sær. Kommunan skal gera sítt til, at karmarnir hjá teimum hægri lestrarstovnunum í kommununi verða munandi betri.
Átak skal setast í verk fyri at fáa íbúðir til lesandi í Tórshavnar Kommunu. Hetta til at betra um viðurskiftini hjá lesandi, sum als ikki eru nøktandi í løtuni, og til at byrja at skapað eitt ordiligt lestrarumhvørvi í kommununi. Týdningarmikið er fyri kommununa at skapa lesandi eitt umhvørvi, har næmingar, lærarar og vinna kunnu finna saman og skapa dynamikkin, sum krevst til at lyfta býin inn í 21. øld.
Fólkaskúlin
Kommunan hevur skyldu til at røkja karmarnar hjá fólkaskúlanum og hesir karmar mugu betrast munandi. Kommunan hevur seinasta valskeið gjørt eitt munandi arbeiði og er í holt við at byggja nýggjan skúla á Løgmannabreyt. Harumframt hevur kommunan ætlanir um at byggja nýggjan skúla á Argjum og gera týðandi umvælingar á øðrum skúlum. Hesar ætlanir skulu haldast áfram. Ein góður fólkaskúli tryggjar eina góða framtíð.
Vinna
Ein sterk kommuna hevur eitt sterkt vinnulív. Arbeiðast skal við at betra um umstøðunar hjá vinnuni í kommununi. Hetta skal gerast við framvegis at menna arbeiðið hjá Vinnumenningardeildini hjá Tórshavnar Kommunu.
Betri samstarv og samskifti skal vera millum kommunu og vinnulív. Til at nøkta tørvin hjá vinnuni og fáa fyritøkur til sín, má kommunan rætta vinnuni eina hjálparhond.
Latum okkum saman skapa tað umhvørvið, har vit trívast best.
X við lista E 11 november!