Eiler Johannesen
valevni
Karmar fyri framleiðslu og vinnurekandi, soleiðis at møguleikar eru fyri arbeiðsplássum til fólkið í kommununi, vegakervi ? soleiðis at fólk trygt kunnu koma og fara til og frá arbeiði og skúla. Stovnar til barnaansing, sum kommunan nú hevur fulla ábyrgd av, og harvið betur er før fyri at tilrættaleggja íløgurnar til at nøkta ansingar tørvin. Karmar fyri tann sum eigur bát, t.v.s. bátapláss og ? drátt til ymiskt viðlíkahald v.m.
Ein hin týdningarmesti karmurin er møguleikin/evni til at fíggja tann tørv, sum er í kommununi. Tí er tað av stórsta týdningi, at sum mest fæst fyri hvørja krónu, sum rindað verður í skatti. Sostatt kann vera neyðugt at raðfesta íløgurnar soleiðis, at skuldin hjá kommununi kann haldast so lág sum gjørligt, og at borgarin ikki rindar hægri skatt enn rættvíst er.
Flokkurin ynskir at vera við at ávirka politikkin og harvið tær avgerðir, sum skulu takast komandi 4 árini.
Tað er sera týdningarmikið at taka rættar avgerðir og ábyrgdina av teimum.
Innan sethúsa marknaðin vita vit, at útboðið í løtuni er lægri enn eftirspurningurin. Hetta hevur við sær, at kostnaðurin fyri sethús er sera høgur, og eigur kommunan at betra umstøður teirra ungu, sum standa fyri at ogna sær egið heim. Ein gongd leið kundi verið at útvega bíligari eldraíbúðir til tann, sum ikki longur sær seg føran fyri at halda sítt stóra sethús við líka, og soleiðis lætta trýstið eftir sethúsum.
Ásannandi at tað verða fleiri eldri og gomul í kommununi, (hetta er jú tekin um trivnað) økist tørvurin eftir umlætting og umsorgan fyri tey eldru, sum ikki longur hava sín førleika. Tórshavnar Kommuna hevur tí tørv fyri fleiri tilboðum til tílíkar borgarar, her er útbyggjan av umlættingarheims skipanini ein møguleiki.
Tað eru fleiri vegir í kommununi, sum eru sera belastaðir t.d. um morgunin, tá fólk skulu til arbeiðis, eisini tí at mong koma úr øðrum bygdum til kommununa til arbeiðis, og má ein loysn finnast upp á hesa støðuna. T.d. er tað sera vandamikið niðri við St. Frans skúla og Kommunuskúlan um morgunin; tað er sera trupult og vandamikið at sleppa frá Tróndargøtu inn í Niels Winthersgøtu um morgunin, og tá arbeiðsdagurin er liðugur. Eisini kann nevnast vegastrekkið Sundsvegur/Norðari Ringvegur; strekkið: Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Landavegur/ Frælsið; Grønlandsvegur/ J. Paturssonargøta fyri at nevna nøkur ? og mong onnur øki afturat.
Undirritaðið hevur játtað seg sum valevni fyri Sjálvsstýrisflokkin fyri, um borgararnir finna meg trúverdan, at vera við til at ávirka gongdina í Tórshavnar býráð saman við hinum valevnunum í flokkinum, soleiðis at Tórshavnar Kommuna kann vera ein góð, trygg, barnavinarlig og ellisvinarlig kommuna at búgva í.
Eisini vil eg nýta høvi til at ynskja Kollafjørð vælkomna upp í Tórshavnar kommunu, við ynski um gott samstarv. Gott Sjálvstýrisval. Set krossin við lista D, tín trygd fyri Dygd.