Húsið, ið fyrr var meinigheitshús, varð heldur slitið, og hava teir tí m. a. skift út gólvini. Samstundis er dururin broyttur, og glasveggir uppsettir, so betur sæst út í gongina.
Fýrrúmið er tikið burtur og flutt úr húsinum, og førir hetta við sær, at betur pláss er í eysturendanum, sigur Leivur Hansen
Býráðið hevur júst gjørt av at innføra talutíð til býráðslimirnar, og í hesum sambandi verða klokkur settar upp, so talararnir síggja, hvussu nógv er eftir at talutíðini
Talan verður kortini ikki um slíka fína teldustýrda atkvøðuskipan, sum løgtingið fekk fyri nøkrum árum síðani, sigur Leivur Hansen.