Gonguteigar eru ein vandamiklir fyri ferðslutrygdina hjá fólki sum eru til gongu.
Tað ljóðar heilt øvugt, men Bjørg Dam, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin, sigur, at kortini er tað hetta, hon hevur fingið at vita frá fólki, sum eru serkøn í ferðslu.
Á býráðsfundi í Havn hóskvøldið, samtykti býráðið at játta 500.000 krónur til at kanna tørvin á einum parkeringstunli í Havnini. Somuleiðis er ætlanin at kanna, hvussu hann kann verða lagdur undir býin - og somuleiðis, hvat hann fer at kosta.
Men tá ið býráðið viðgjørdi málið, nýtti Bjørg Dam høvið til føra nøkur hugsjónarlig sjónarmið um ferðslu.
Og hon staðfestir, at hóast parkeringsviðurskiftini eru ein trupulleiki, er tað eisini neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at minka um talið á bilum.
Men skal tað eydnast, er tað ein fortreyt at umstøðurnar hjá fólki til gongu verða gjørdar betri. Og nettupp á hesum øki heldur hon, at støðan er nógv versnað hesi seinastu árini.
Eitt nú vísir hon á, at summastaðni eru gonguteigar tiknir burtur, og aðrastaðni eru teir so illa kámaðir burtur, at teir nógv illa síggjast.
##med2##
Hon sigur at hon hevur fregnast hjá øllum møguligum, sum hava ábyrgd fyri slíkum, hví gonguteigar verða tiknir burtur, og hví ábøtur ikki verða gjørdar á aðrar.
Og svarið kemur heilt óvart á hana, tí svarið er, at gonguteigar eru ein vansi fyri ferðslutrygdina hjá fólki til gongu.
##med3##
Hon sigur, at fakliga sjónarmiðið er, at har eingin gonguteigur er, er eingin ivi um, at tað eru tey til gongu, sum hava ábyrgdina at ansa eftir. Hinvegin eru gonguteigar ein følsk trygd, tí tá vænta fólk, sum fara yvir um vegin, at bilarnir ansa eftir - men gera teir ikki tað, er tað fólkið til gongu, sum liggur eftiri á.
Les eisini: Leita eftir parkeringsplássum á Skálatrøð
Bjørg Dam sigur, at hetta er meiri enn hon skilir, tí hon heldur, at tað slepst ikki undan, at tað er hættisligari at fara yvir um ein veg, har eingin gonguteirur er, tí tá kunnu bilførarar ikki vita, at fólk eru, sum skulu yvirum.
Hon heldur, at hetta er eitt sjónarmið sum kann brúkast til vaksin fólk sum eru væl gongd. Men hon heldur ikki, at eitt slíkt sjónarmið kann brúkast til børn og gomul, og til fólk, sum eru rørslutarnað, ella bara illa gongd.
Les eisini: Fara nú at fyrireika parkeringstunnil í Havn
– Hvussu skulu tey hætta sær yvir um vegin, har eingir gonguteigar eru, tí har hava bilar ikki skyldu at steðga, segði hon.
– Men høvdu fólk tora at gingið í býnum, høvdu nógv fleiri verið til gongu, og sum støðan er nú, eru tað eisini nógv foreldur, sum ikki tora at lata børnini brúka bussarnar, tí vegurin til og frá bussinum og so vandamikil, sigur Bjørg Dam.
Ístaðin fyri at taka gonguteigar burtur, mælir hon heldur staðiliga til at gera fleiri gonguteigar, serliga har nógv fólk er.
Les eisini: Í summum førum eru vit ikki serliga klók
Og heldur enn bara at gera teir vanligu gonguteigarnar, mælir hon heldur býráðnum til at gera sum í Onglandi, og aðrastaðni, har tey gera nógv burtur úr at gonguteigarnir skulu síggjast væl.