Levi Mørk, býráðslimur í Havn, hevur tryggjað sær, at býráðssalurin í Havn verður fullur av pedagogum, tá fíggjarlógin verður til viðgerðar hóskvøldið.
Levi Mørk, sum er útbúgving námsfrøðingur og sum starvast sum leiðari í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, hevur eitt uppskot um sparingar í frítíðarskúlanum, sum hann vil hava til viðgerðar í sambandi við fyrstu viðgerð av fíggjarlógini hjá Tórshavnar kommunu. Hann boðar í skrivi borgarstjóranum frá, at hann hevur verið í samráð við leiðarar av frítíðarskúlunum um málið og ávarar hann um, at tað verður fult hús av námsfrøðingum, tá býráðsfundur verður í annaðkvøld.
Levi Mørk sigur, at fyri at tryggja, at skerjingar verða framdar soleiðis, at starvsfólkini framhaldandi kunnu gera teirra námsfrøðiliga arbeiði á einum ábyrgdarfullum støði, hava tey hetta uppskot:
Skerjingar í alt fyri hvørt barnið 0,5 tíma yvir tvey ár, tað vil siga at skerjingar verða 0,25 tímar pr. ár. Hetta hevur við sær, at 40 starvsfólkatímar fella burtur yvir tvey ár, um frítíðarskúlin er normeraður til 80 børn.
- Um tit skerja soleiðis, sum vit mæla til, verður sparingin á frítíarskúlaøkinum pr. barn 2.970 krónur. Sparingin íalt fyri 523 frítíðarskúlabørn 1.553.310 krónur. Sparingar fyri 2010 verða 776.655 krónur. Foreldragjald pr. barn í 10 mánaðir 847 krónur.
Grundgevingin fyri at skerjingar ikki mugu verða meir enn omanfyristandandi er sambært Levi Mørk og hinum leiðarunum:
- Námsfrøðingar rýma úr størvunum.
- Bert ófaklærd starvsfólk. (ung)
- Námsætlanin fellur burtur.
- Børn við serligum tørvi, verða ikki hjálpt (ikki sædd)
- Ábyrgdarleyst, at bert eitt starvsfólk leiðir 24 børnum frá skúla til frítíðarskúla, í ferðsluni.
- Eingin tíð til fyrireiking.
- Tvørfakliga arbeiðið sum er við skúlan/heimið fellur burtur.
- Vit fáa ikki verið smidlig, í samband við at skúlin broytir skúlagongd.
- Eingin tíð til foreldravitalur/fundir og samstarv við skúla.
- Eingin tíð til starvsfólkafundir/starvsfólkamenning/skeiðvirksemi.
- Millummáli dettur burtur og brúkaragjald verður álagt foreldrunum.
- Ætlanir um at frítíðarskúlanir skulu hava opið, tá ið skúlin er stongdur, fellur burtur.
- Hetta málið má upp til støðutakan beinavegin nú tá ið 1. viðgerð til fíggjarlógaruppskot fyri 2010 er til viðgerðar. Eg vil fegin hava at tú tekur hetta uppskoti við til býráðsfundin 12.11.09, sigur Levi Mørk í skrivinum til Heðin Mortensen, borgarstjóra, sum hann eisini hevur sent fjølmiðlunum.