Býráðslimir á Tvøroyr hava fremstafingur á lofti

VARSEMI Tað verður neyðugt, at Tvøroyrar Býráð vendir hvørjari krónu, áðrenn hon verður brúkt

Hóast tað sær ljósari út hjá Tvøroyrar Kommunu, eru eisini onkri fremstifingrar á lofti.
Sum tað sæst í hinari greinini her á síðuni, er Tvøroyrar Kommuna nú um at verða tikin av ”svartalista” hjá Fíggjarmálaráðnum
Ein av teimum, sum kortini hevur fremstafingur á lofti, er Jaspur Vang, býráðslimur.
- Taka vit 2010, er fíggjarlógin upp á góðar 49 milliónir, tá ið alt er tikið við, og rakstrarútreiðslurnar vóru upp á góðar 37 millionir.
- Sostatt hava vit 12 milliónir eftir til útbyggingar og ábøtur.
Taka vit 2011, er fíggjarlógin upp á 47 milliónir og raksturin verður framvegis mettur at kosta 37 milliónir.
Sostatt hava vit tvær milliónir minni eftir til útbyggingar og ábøtur næsta ár, enn vit hava havt í ár.

Ansa sera væl eftir
Býráðslimurin helt sostatt, at býráðið eigur at ansa ómetaliga væl eftir rakstrarútreiðslunum og, hvørjar skyldur, hon annars átekur sær.
Hann mælti til, at býráðið beinanvegin næsta ár setir sær fyri at endurskoða allan raksturin fyri at vita um hann ikki kann skilbøtast.
Hann spurdi serliga um kommunan hevur ráð til at átaka sær fleiri útreiðslur á eldraøkinum, sum í veruleikanum er ein landsuppgáva.
- Heldur hendan gongdin fram, verður býráðið ikki annað enn ein fyrisiting, tí tað verða ongir pengar at raðfesta við, helt Jaspur Vang.
Hesum vóru fleiri býráðslimir samdur í.
- Kommunan er so bundin fíggjarliga, at fyri ein stóran part er tað óneyðugt, at vit yvirhøvur sita her, helt Bergur Bærendsen, býráðslimur, turrisliga fyri.

Ein beisk tíð
Bergur Bærendsen helt, at hesi seinastu árini hava verið beisk hjá býráðnum við sparingum, uppsagnum og skerjingum.
Men hann var eisini fortørnaður um, hvussu býráðið mangan varð tikið á bóli av ”óbehagiligum yvirraskilsum” í sambandi við útreiðsluvøkstur á almannaøkinum og á barnaverndarøkinum.
Tí fekk hann ikki lagt nóg stóran dent á, hvussu ómetaliga stóran týdning tað hevur, at býráðið heldur fast um raksturin og serliga eigur býráðið at ansa eftir, hvørjar skyldir tað átekur sær.
Les eisini greinina: Tvøroyrar Býráð fær fíggjarligt frælsi aftur.