Býráðslimir í Havn tora ikki

Ístaðin verður arbeitt uttan mál ella mið

Tórshavnar Býráð má nú leggja eina langtíðarætlan fyri, hvussu kommunan skal byggjast út.

 Tað krevja fleiri býráðslimir í Havn.

 

Sum vit lósu á her á www.in.fo í morgun, fer kommunan nú undir at byggja Skúlan á Fløtum fyri 350 milliónir og og tí sambandu skulu einar 100-150 milliónir takast í láni.

 

Men tað eru fleiri býráðslimir, sum eru ímóti tí.

Marin Katrina Frýdal er ein av teimum, sum sakna eina langtíðarætlan. Men hon heldur, at tað vísir seg sum um at býráðslimir tora ikki at leggja eina langtíðarætlan

- Sum støðan er nú, sum, verða íløgur gjørdar uttan mið ella mál, sigur hon.

 

Tí vil hon hava býráðið at gera eina langtíðarætlan, har skúlin á Fløtum stendur fremst, men so má drálast við øllum øðrum.

 

Annfinn Brekkstein er ein av býráðslimunum í samgonguni í býráðnum, sum eru samdir í tí. Hann sigur, at tað er alneyðugt, at kommunan leggur eina langtíðarætlan fyri, nær tær ymsu útbyggingarnar skulu gerast.

 

- Fara vit at læna í bestu búskapartíðum nakrantíð, er vandi á ferð, og sostatt eiga vit hava rygg til at leggja eina langtíðarætlan, tí tað hevur skattgjaldarin krav upp á, sigur hann.

 

Hann vísir eisini á, at tað er stórt trot á handverkarum, og teir klára ikki tær uppgávur, sum eru, og tí eiga vit at steðga á, í so góðum tíðum, sum hesum.

 

Eisin Sjúrður Olsen heldur, at tað er neyðugt, at býráðslimir seta seg niður og leggja eina langtíðarætlan, heldur enn at taka lán.

 

 

Heðin Mortensen heldur, at tað er ótrúligt, sum Marin Katrina Frýdal er negativ og hann undrast á, hvussu lítið álit hon hevur á býráðnum. Hann staðfestir somuleiðis, at Marin Katrina Frýdal er ikki í samgongu í býráðnum, og tí veit hon púra einki um tær íløguætlanir, samgongan hevur avtalað, tí tað fer samgongan ikki at fortelja henni.

 

Annars hevur kommunan ætlanir um at gera Musikkskúla beint aftan á skúlan, umframt eina spillvsatnsætlan, langhýl í Gundadali, Miðbýin, tyrvingarpláss, og annað, staðfestir borgarstjórin.

 

Helena Dam á Neystabø sigur, at skúlin á Fløtum má gerast nú, og sum tíðirnar eru nú, eru ikki nóg nógvar hendur til at gera alt tað, sum liggur í luftini, so tað forbjóðar seg sjálvt at seta ov nógvar verkætlanir ígongd í senn.