Býráðsfundur hjá Sunda kommunu á netinum í dag

Seinnapartin í dag verður møguligt hjá øllum at fylgja við beinleiðis á býráðsfundinum hjá Sunda kommunu. Hetta verður gjørt við, at fundurin verður sendur beinleiðs á netinum.

- Tá Heðin Zachariasen tók við aftur sum borgarstjóri um ársskiftið, legði hann stóran dent á, at býráðsarbeiðið er merkt av innliti, gjøgnumskygni og opinleika, og at øll skulu hava møguleikan fyri at fylgja við tí, sum fyri ferst í kommununi. Sum sagt, so gjørt. Avgjørt var longu í januar at keypa neyðugu útgerðina at streama við, og hon var sett upp farna vikuskifti. Sum heild vísti hon seg at rigga væl, og við onkrum smávegis tilrættingum til næsta fund, ið verður 29. apríl, verður tekniski parturin avgjørt í lagi, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.

Sunda Kommuna er fyrsta kommunan í landinum, sum er farin í holt við at senda býráðsfundir á netinum. Og til henda fundin, sum er tann fyrsti av sínum slagi, ið til ber at fylgja beinleiðis á internetinum á heimasíðuni sunda.fo, eru 24 mál á skránni. Fundurin byrjar klokkan 17.00.