Talan er um eitt grundstykki oman Gil í Hoyvík, sum er 318 fermetrar til víddar.
Eigarin hevur boðað kommununi frá, at hann hevur ikki møguleika at byggja sethús á grundstykki.
Tað er ein treyt, tá tú keypir grundstykki frá býráðnum, at bygt verður innan ásetta freist.
Eigarin keypti stykkið frá kommununi í desember 2017 fyri 518.976 krónur.
Tað er ásett í kommunustýrislógini, at byggingin skal vera byrjað innan eitt ár frá tí, at byggibúningin er liðug og klárt er at byggja á stykkinum. Byggingin skal vera liðug og byggiváttan útskrivað í seinasta lagið tvey ár frá tí, at byggibúningin er liðug og klárt er at byggja á stykkinum.
Annars tilskilar kommunan sær rætt til at krevja stykkið aftur móti, at keyparin fær keypspeningin og tað, hann hevur goldið fyri byggibúning, afturgoldið uttan rentur. Fellur stykkið aftur av hesi orsøk, og keyparin hevur byrjað bygging, kann hann fáa prógvaðar útreiðslur endurgoldnar í tann mun, tað gjørda arbeiðið kemur seljaranum ella øðrum keypara av sama stykki til góðar. Kommunan rindar ikki møguligar útreiðslur til tinglýsing.
Og tá skeytið er tinglýst í desember í 2017 staðfestir kommunan, at talan er um ein »gamla« útstykking sum fyri tíð síðani er endað.
– At fremja eina nýggja útlutan so hvørt sum grundstykkir koma innaftur, verður mett trupult og umsitingarliga krevjandi, stendur í fundarskránni hjá býráðnum.
– Mett verður, at stykkini so hvørt sum tey koma innaftur, í fyrsta lagið kunnu bjóðast møguligum umsøkjarum við bráfeingis tørvi, og í øðrum lagi verða seld í fríðari sølu, til ásettan minsta prís, sum verður samsvarandi meting frá meklara, tó ongantíð fyri lægri prís enn afturkeyps prís.
Kommunustjórin og leiðarin á stjórnarskrivstovuni mæla til at keypa grundstykkið aftur frá eigara, og at afturrinda eigara uppruna keypsprísin 518.976 krónur
Tá ið kommunan er tinglýstur eigari av grundstykkinum, verður grundstykkið í fyrsta lagi bjóðað møguligum umsøkjara við bráfeingis tørvi, og í øðrum lagi lýst til sølu hjá ognarmeklara.
Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundinum hóskvøldið.