- Eg havi valt at handla beinanvegin. Tað nyttar einki bara at tosa um tingini. Tað vísir seg, hvørjaferð ein ferðsluvanlukka er hend, so verður nógv skrivað og tosað. Men tað nyttar einki, um vit ikki eisini handla!
Soleiðis sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, eftir eitt ferðsluóhapp mánanáttina sum stóðst av vitleysari koyring. Tveir bilar kappkoyrdu inn eftir Havnargøtu. Tá teir komu inn móti Café Nátúr, valdi annar bilførarin at koyra niðan eftir Áarvegnum, har ferðslan er einsrættað omaneftir og har rendi hann frontalt saman við ein mótkoyrandi bil.
- Hatta var jú púra ørt. Vit kunnu bara ímynda okkum, um tað vóru fólk til gongu, súkklu ella prutli, sum komu omaneftir, sigur Heðin Mortensen, sum vil gera nógv fyri at steðga slíkari koyring.
- Eg leggi so einki í, um hetta kanska er ein ópopuler avgerð, sum onkur fer at illneitast inná. Fyri meg hevur tað størstan týdning, at trygdin verður sett í hásæti og at vit steðga hesari vitleysu koyringini.
Borgarstjórin leggur kortini afturat, at hann eisini kundi ynskt sær størri eftirlit við ferðsluni. Hann hevur tosað við politiið um hetta, og tiltøk verða sett í verk aðrastaðni við seinni, sigur hann.
- Vit skulu sjálvandi vera varin, so vit ikki enda sum ein politistatur, men veruleikin er bara tann, at ov nógvir ferðslusyndarar eru, og teir skulu steðgast. Tað er fornuftin, sum má ráða, sigur borgarstjórin.
Mikukvøldið varð so farið undir at gera eina vegbungu út fyri handiln hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni, har gonguteigurin er. Júst har, sum hesin gonguteigur er, koyra bilarnir mangan so skjótt, at fólk við barnavongnum mangan mugu renna undan bilunum eisini á alljósum degi.
Eisini verður ein bunga gjørd oman fyri Café Nátúr á Áarvegnum.