Býráðið slept ætlanunum um vatngjald til vinnuna

www.klaksvik.fo

Klaksvík: - Vit hava ongi mótmæli fingið frá vinnuni, men út frá eini samlaðari meting av fyrimunum og vansum hevur býráðið valt at lata vera við at áleggja vinnufyritøkum í kommununi vatngjald, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.
Á býráðsfundinum týskvøldið 23. mars 2010 samtykti býráðið at sleppa ætlanunum um at áleggja vinnuni í kommununi vatngjald.
- Tað verður ringt at finna nakra lagaliga løtu til at áleggja vinnuni her í kommununi gjøld, men verandi løta er í øllum førum ikki væl vald, havandi í huga ta støðu, sum partar av okkara vinnulívi er í, sigur Gunvá við Keldu, borgarstjóri.
- Harumframt er eingin ivi um, at tann inntøka, sum hetta gevur kommununi, gevur nakað av meirarbeiði og umsiting av at skráseta, áleggja og innkrevja hetta brúks¬gjald, soleiðis at útreiðslur eisini hanga uppi í hesum.
- Sostatt er tað eftir eina samlaða meting av vansum og fyrimunum at býráðið valdi at lata vera við at áleggja vatngjald. Harvið verða vatnveitingarnar her í kommununi framvegis fíggjaðar umvegis kommunuskattin, upplýsir borgarstjórin.
Býráðið hevur annars í sínum samtyktu fíggjarætlanum fyri árini 2009 og 2010 roknað við íalt kr. 300.000,- í inntøkum um árið fyri vatngjøld frá vinnufyritøkum í kommununi.
- Ein avleiðing av hesi broyting er, at tilsvarandi upphædd má sparast á útreiðslusíðuni, staðfestir Gunvá við Keldu, borgarstjóri, sum fegnast um, at býráðið við hesum umgongst at áleggja vinnuni vatngjald.