Býráðið skal halda sítt lyfti til Keypsamtøkuna

Í viðtalu við Sosialin í dag, sigur Eyðgunn Samuelsen, javnaðarkvinna og limur í Byggi- og Býarskipanarnevndini, at Keypsamtøkan ikki aftur skal vera við sviðið soð nú. - Málið um Føroya Keypsamtøku kann ikki standa óloyst, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum tekur undir við ætlanini at geva Føroya Keypsamtøku ein part av Gerðabø til handil.

- Eg skilji væl stríðið millum menning og varðveitslu. Eg havi sum so ikki nakað ímóti, at tey fingu bjóðað eitt annað øki. Men tá nú býráðsleiðslan endiliga hevur funnið eina loysn, havi eg valt at bakka upp um hana, sigur Eyðgunn Samuelsen.

- Keypsamtøkan hevur verið við sviðið soð í so mong ár, meðan loysnir eru funnar fyri aðrar handilsfyritøkur. Tí kann kommunan ikki loyva sær annað enn at loysa trupuleikan nú, heldur Eyðgunn Samuelsen, sum eisini kennir seg vísan í, at Keypsamtøkan fer at byggja ein handil, sum passar til umhvørvið.

Sambært endurskoðaðu býarætlanini skal øki við síðuna av nýggja økinum hjá Keypsamtøkuni brúkast til alment endamál. Eygunn Samuelsen sigur, at her hevur serliga verið hugsað um skúlar og skúlaheim, sum hóska til hetta øki, sum liggur nær við Tekniska Skúla í Klaksvík.

- Og í einum stórum samlaðum skúlaøki, er tað ikki ópassandi eisini at hava ein handil, sigur Eygunn Samuelsen, sum í málinum um Gerðabø stuðlar borgarstjóranum, men er minniluti í Byggi- og Býarskipanarnevndini