- Í mínari verð er eingin ivi um, at skal Tórsvøllur gerast liðugur, so er einasta gongda leið, at Tórshavnar Kommuna yvirtekur verkætlanina. Somikið greið er talan hjá Heðini Mortensen, sum í næstum fer at leggja fram uppskot um, at kommunan skal yvirtaka Tórsvøll.
Harmur um støðuna
Heðin Mortensen sigur við Sosialin, at eftir hansara tykki er tað ikki rætt, at ætlaða landsstadionið í løtuni liggur, sum tað ger.
- Eg má siga sum er, at eg eri sera harmur um núverandi støðuna, tí hetta hevur ongantíð verið ætlanin við Tórsvølli, sigur býráðslimurin. Hann heldur eisini, at tá tað ikki er líkt til, at grunnurin megnar at útvega neyðugu fíggingina til liðugt gerðina av vøllinum, noyðist Býráðið at taka um endan.
Eftir hansara fatan er Býráðið einasti parturin, sum hevur pening og orku til at gera vøllin lidnan, og tá Býráðið frammanundan er partur í grunninum, Tórsvøllur, dugur han ikki at síggja nakran trupulleika í hesum.
- Sum er elvir vøllurin bert til stríð millum lokalu kreftirnar í málinum, og hetta hevur ongantíð verið ætlanin. Hinvegin eigur vøllurin at vera til gagns fyri allar partar av ítróttalívinum í bæði Havnini og øllum Føroyum, og tískil er tað av alstórum týdningi, at vøllurin verður liðugt gjørdur.
At enda leggur Heðin Mortensen afturat, at verkætlanin er eitt gott dømi um, hvussu arbeiðshátturin var í áttatiárunum. - Her síggja vit, hvussu gongst, tá farið verður undir eitt arbeiðið, uttan at nøktandi fyrireikingar eru gjørdar, sigur Heðin Mortensen, sum í hesum sambandi vísur á teir trupulleikar, sum hava verið við arbeiðseftirlitinum, byggiloyvum og øðrum, og metir hann hetta rætt og slætt vera ein stór skomm fyri Havnina.
Eingin rennibreyt
Eitt av teimum trætumálum, sum eisini hava verið við Tórsvølli er rennibreytin, sum summi vilja hava har piparið grør, meðan onnur meta hetta vera ein neyðugan part av verkætlini.
Fyri stuttum hevði mentunarnevndin hjá Býráðnum fund um m.a. hetta málið, og var niðurstøðan her, at eitt tilmælið verður latið Býráðnum, her nevndin mælir frá at gera nakra rennibreyt.
Heðin Mortensen, sum sjálvur er limur í mentunarnevndini sigur við Sosialin, at hann tíverri ikki var á fundinum, tá hann samstundis var í løgtinginum, men at hann als ikki tekur undir við hesum.
Skal nóg stórt gagn fáast úr Tórsvølli, er alneyðugt at rennibreytin eisini verður gjørd.
Verður eingin rennibreyt, hava vit samstundis tikið lívið av frælsa ítróttinum, og harumframt kann rennibreytin eisini bøta munandi um møguleikarnar hjá øðrum at íðka ítrótt.
- Bæði skúlar, brekað og øll tey, sum fara ein rennitúr av og á, høvdu fingið alstóra gleði av rennibreytini, og tí eiga vit at gera hana.
Røddir hava verið frammi um, at rennibreyt eigur at verða gjørd í Hoydølum, men til hetta sigur Heðin Mortensen, at tað verður so ikki í bræði, at hetta verður veruleiki.
Býráðið eigur einki í økinum uppi í Hoydølum, og vit vita ikki, hvørjar ætlanir eru við hesum øki.
Tískil mæli eg øllum býráðslimum til at hugsa seg væl um, áðrenn teir taka nakra avgerð viðvíkjandi rennibreytini sigur Heðin Mortensen at enda.