Býráðið opið hús

Nú Norðoya Tunnilin er 10 ár, verður hetta hátíðarhildið á ymsan hátt, ókeypis hevur verið á koyra í fýra dagar, skipað varð fyri »Opið Hús« í býráðshúsinum í Klaksvík í gjár, har ymiskt leskiligt var at fáa, tónleikur, fyrilestrar, framsýningar og til bar at síggja og kunna seg um býráðshúsið.

 

Eisini hava handlarnir í býnum havt ymisk tilboð og leingi opið.

 

Væl av fólki nýtti høvið at støkka inn á gólvið í býráðshúsinum í Klaksvík og eisini at vera við til mongu fyrilestrarnar í býráðshøllini:

 

Kl. 12.00 Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri – um Føroya Húsarhaldsskúla.

Kl. 13.00 Heini Ellingsgaard, verkfrøðingur SMJ – um Sjóhitaskipanina.

Kl. 14.00 Svend Sivertsen, arkitektur FuglArk – um nýbygging á Skúlatrøð.

Kl. 15.00 Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost – útbyggingin á ídnaðarøkinum á Strond – heimsins størsta alistøð.

Kl. 16.00 Ósbjørn Jacobsen, arkitektur – Miðbýurin í Klaksvík.

 

Millum áhugaverdu fyrilestrarnar, spældi Pætur við Keldu lættan tónleik á flyglið í býráðshøllini.

 

Ein sera góður dagur við frálíkum veðri og nógvum fólki á vitjan runt um í býnum – og eisini í býráðshúsinum.