Býráðið og fakfeløg í Klaksvík hava nú stungið høvdini saman at tosa um vinnuligu støðuna í Norðoyggjum Vánaliga vinnuliga støðan í okkara næststørsta býi fekk nú í vikuni Klaksvíkar býráð og umboð fyri fakfeløg í býnum at stinga høvdini saman at umrøða støðuna og at kanna eftir, um nakað er at gera fyri at venda gongdini.
Tað var borgarstjórin, sum tók stig til at fundin og hon fekk arbeiðsmannafelagið, arbeiðskvinnufelagið og handverkarafelagið á fund at umrøða støðuna í vikuni.
Útróðrarfelagið skuldi eisini vera við, men teimum barst frá at møta.
- Á fundinum vóru vit eru samd um, at hesin fundurin skuldi bara vera ein byrjan, sigur Gunnvá við Keldu.
- Sostatt skulu vit hittast aftur eftir summarfrítíðina at viðgera støðuna meiri nágreiniliga og tá verða kanska onnur feløg við eisini, leggur hon afturat.
Hon sigur, at ongi beinleiðis uppskot komu á borðið, men tá ið partarnir hittast aftur eftir summarferiuna, er ætlanin at hava onkur hugskot við á fundin.
Sjálv er Gunnvá við Keldu púra vís í, at fortreytin fyri at venda gongdini í Klaksvík, er, at Kósavirkið letur upp aftur.
- Tað er Kósavirkið, sum er lykilin til at venda afturgongdini, sum nú er, til framgongd aftur, sigur hon.
Borgarstjórin í Klaksvík hevur onki at hava vónina í um at Kósin skal lata uppaftur, tí onki ítøkiligt er á tapetinum. Tvørturímóti hevur tað, sum er komið fram um Kósina, ikki ljóðað serliga hugaligt við atlitið til at Kósin skal lata uppaftur.
Hinvegin staðfestir hon, at Kósavirkið hevur gingið væl, men at tað vóru trolararnir, sum drógu virkið við sær niður í díkið.
Tí hevur hon framvegis eina vón um, at virkið onkusvegna kann verða latið upp aftur.