Býráðið keypt kirkjugarð

Tórshavnar Býráð samtykti hóskvøldið at keypa eina ong á Argjum, tí at ein partur av spitalska kirkjugarðinum á Argjum er á ognini

Ognin, ið talan er um, liggur beint oman fyri støðna, og beint uttan fyri minnisvarðan á Argjum. Á 600 fermetra stóru ognini standa eini gomul hús. Keypsprísurin er 760.000 krónur.
Fornminnissavnið hevur gjørt rannsóknir á staðnum fyri fleirim árum síðani og staðfesti, at grevstur er í stykkinum. Komið varð niður á fleiri kistur.
 
Hevur ligið sum byggiøki
Jógvan Arge, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at argjafólk hava altíð virt hendan gamla kirkjugarð, og tí hevur einans verið hoyggjað á økinum og ikki velt.
Ongin friðing er nakrantíð gjørd av økinum, har kirkjugarðurin hjá teimum spitalsku liggur. Ístaðin liggur økið sum byggiøki, og tí helt Tórshavnar Kommuna tað verða rættast at keypa ognina og harvið tryggja sær, at hon seinni ikki skuldi út í stríð við ein møguligan nýggjan eigara um at friða økið, sigur Jógvan Arge.
Í fleiri øldir vóru tey, sum fingu spitalsku skjúku, burturløgd á hospitalinum á Argjum, har rúm var fyri 12 sjúklingum. Tá ið tey andaðust, vóru tey grivin beint oman fyri spitalska hospital.