Býráðið brýtur lógina

Fyrrverandi borgarstjórin á Tvøroyri, Finnleif Guttesen, ivast ikki í, at Tvøroyrar býráð brýtur dagstovnalógina við at seta læraran í starv sum leiðara á Frítíðarskúlanum

?Hans Pauli skuldi fyri langari tíð síðan skorið ígjøgnum í málinum, og sett býráðið upp á pláss, tí kommunan brýtir eftir míni sannføring heilt greitt lógina, tá hon setir læraran-og ikki pedagogin í starv.
Finnleif Guttesen er fyrrverandi borgarstjóri á Tvøroyri, og hann ivast ikki í, at Tvøroyrar býráð er farið skeivt fram í málinum um setanina av leiðaranum á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri.
Í Tvøroyrar kommunu eru í alt fimm býráðslimir í meirilutanum, og Finnleif Guttesen er einasti samgongulimur, ið hevur verið ímóti setanini av læraranum sum leiðara á Frítíðarskúlanum
Borgarstjórin Kristin Michelsen, Sverre Midjord, Heri Mortensen og Pauli Einarsson umboða meirilutan

Eingin fundarboð
12. september var landsstýrið á fundi við Tvøroyrar býráð um leiðarastarvið á Frítíðarskúlanum, men bert tríggir býráðslimir fingu boð til fundin. Landsstýrismaðurin var á fundi við borgarstjóran, Kristin Michelsen, Sverra Midjord og Heri Mortensen, meðan hinir báðir limirnir í meirilutanum als ikki fingu boð.
?Allir býráðslimir fingu bræv frá Almanna- og heilsumálaráðnum um, at ráðið ynskti ein fund. Vit fingu kortini ongantíð nøkur fundarboð frá kommununi, sigur Finnleif Guttesen.

Hvør er orsøkin til tað?
Eg gangi bara út frá, at orsøkin er, at eg eri ímóti setanini av læraranum, svarar fyrrverandi borgarstjórin

Í fleiri lesarabrøvum seinastu vikuran um frítíðarskúlan hevur verið róð framm undir, at setanin av læraranum sum leiðara av frítíðarskúlanum er politisk. Finnleif Guttesen sigur seg ikki vilja viðmerkja hetta uppáhald.
?Eg byggi mína støðu á fakligu krøvini til starvið, og tá er litið at ivast í, at pedagogurin átti at fingið starvið, sigur Finnleif Guttesen.