Bú- og heimatænastan í Suðuroy er frídømd

Føroya rættur sigur, at Bú- og heimatænastan í Suðuroynni hevur ikki bundið seg til at keypa sambýlið við Sílá, og hon er tí frídømd

##med2##

– Tað var gleðiligt at fáa hesi boð, sigur Kristin Michaelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og limur í Bú- og heimatænastuni í Suðuroy.

Smápartafelagið við Sílá í Trongisvági tapti sakarmálið móti Bú- og heimatænastuni í Suðuroynni, sum ikki skal gjalda felagnum 11,3 milliónir krónur umframt rentu, sum felagið stevndi eftir.

Og smápartafelagið skal gjalda Bú- og heimatænastuni 300.000 kr. í sakarkostnaði.

Føroya rættur sigur, at Bú- og heimatænastan hevur ikki bundið seg til at keypa sambýlið við Sílá í 2018 fyri slakar 11,3 mió. kr.

Bú- og heimatænastan er tí frídømd.

Stýrið í Bú- og heimatænastuni samtykt annars í oktober 2016 at keypa sambýlið við Sílá. Men einki skeyti bleiv skrivað. 

Lurta eftir samrøðuni við Kristin Michaelsen, við at trýsta á pílin undir myndini.