Bónus: Vit vilja vísa ábyrgd

Tað var eitt ynski frá Glasi og tað vildu vit ikki seta okkum ímóti, sigur Niels Mortensen

Glasir boðaði í dag frá, at skúlin er vorðin heilt roykfríur. Hetta merkir, at royking er heilt bannað á matrikkulinum hjá Glasir. Bónus við Marknagilsvegin, ið liggur við síðuna av skúlanum, hevur eisini tikið avgerð um at steðga sølu av sigarettum, til skúlatíðin er av um seinnapartin.

Niels Mortensen, stjóri í samtakinum, ið rekur Bónus, ásannar, at sum handilsrekandi ynskir samtakið ikki at leggja seg úti, hvat onnur fólk gera, men nú tað var eitt ynski frá skúlanum í sambandi við roykfría átakið, so valdu tey at spæla við.

- Vit blivu spurdir av Glasi, nú skúlin vildi banna royking á matrikkulinum, um vit vildu vera við við ikki at selja sigarettir, meðan skúlin er opin. Eg eri ikki so glaður fyri tað upp á handan mátan, men vit fara ikki at seta okkum ímóti tí. Um tað er eitt ynski frá skúlanum, so skulu vit ikki standa ívegin, sigur Niels Mortensen.

Tað ger eisini mun, at fólkaskúli legst aftrat økinum komandi ár, sigur Niels Mortensen og vísir á, at sostatt verða nógvir næmingar í økinum, ið eru undir 18 - bæði á Skúlanum á Fløtum og á Glasi.

- Um tað er eitt ynski frá skúlanum av, so vilja vit vísa ábyrgd, av tí at vit liggja so tætt upp at skúlunum, sum vit gera.

Niels Mortensen sigur tó, at sum handilsrekandi hevur samtakið ongar ætlanir um at leggja seg útí, hvat onnur fólk gera. Men hann ásannar, at yvirhøvur er tað gott, at fleiri fólk lata vera við at roykja.

- Vit kunnu skjótt gerast samdir um, at tað er ikki framtíðin at roykja. Eg fái eisini ilt fyri hjartað, tá eg síggi ung standa og roykja, tá mann sjálvur var stórroykjari og veit, hvussu bindandi tað var. Men samstundis kann mann siga tað, at sum handilsrekandi vilja ikki blanda okkum uppí, hvat onnur fólk gera. Men so leingi sum tað er eitt ynski um tað, so siga vit, at vit vilja spæla við, sigur Niels Mortensen.