Tað hevði leingi ligið á ljóðið, at Bónus skuldi fara undir at byggja nýggjan handil í Klaksvík, og Niels Mortensen, stjóri, váttar, at tað eru um trý ár síðani, at tankin byrjaði at næla.
Men so í fjør kom ferð á málið.
- Vit gjørdu av at søkja Klaksvíkar kommunu um byggiloyvi, og tað gekk ikki meiri enn fjúrtan dagar, so var hetta játtað okkum, segði Niels Mortensen við móttøkuna í gjárkvøld.
Teknistovan hjá Magnus Hansen varð síðani biðin um at fara undir at tekna, og síðani bleiv arbeiðið boðið út.
- Vit høvdu ongantíð hoyrt um Norðhús, men teir høvdu lægsta tilboðið og fingu arbeiðið. Og tað hevur bæði gingið skjótt og væl, segði Niels Mortensen.
Byrjað varð í januar í ár, og longu nú stendur allur bygningurin liðugur – bæði innan og uttan.
- Økið uttan er snøgt astfalterað og parkeringsbásar gjørdir, og so eru trø og runnar eisini plantaðir. Vit leigaðu býargartnaran frá kommununi, og hann hevur plantað fleiri stór trø, umframt heilar 800 runnar. Vónandi sleppa vit at leiga hann at halda økið viðlíka – og so skal kommunan bara ansa eftir honum, ella fara vit avstað við honum, segði Niels Mortensen skemtandi.
Økt vøruúrval
Sum nevnt stendur alt klárt at taka móti fyrstu kundunum klokkan níggju í morgun.
- Tað einasta, sum nú manglar, er baksturin frá Jórun – hann kemur av góðum grundum ikki fyrr enn áðrenn upplatingartíð í morginárini, segði Niels Mortensen við móttøkuna í gjárkvøldið.
Hølini sjálv eru bæði stór og ljós, og sjálvandi munandi størri enn í gamla Bónus á Stangarvegnum.
- Gamli handilin kann standa fýra ferðir inni í nýggju hølunum, sigur Niels Mortensen.
At hølini eru vorðin størri, kemur sjálvandi fyrst og fremst kundanum tilgóða. Nú verða munandi fleiri vørur at velja ímillum.
- Sjálvt vøruúrvalið í gamla Bónus á Stangarvegnum var umleið 2500. Her í nýggja handlinum er tað vaksið til 5000, sigur Niels Mortensen.
Eingin ivi
Hann er serliga fegin um, staðið, har handilin liggur.
- Ja, vit liggja sera væl fyri. Nú er Bónus tað fyrsta, fólk síggja, tá tey koma til Klaksvíkar, og tað seinasta, tey síggja, tá tey fara avstað aftur, sigur Niels Mortensen.
Hann er als ikki bangin fyri, at altjóða fíggjarkreppan fer at hava nakran avgerandi týdning fyri hesa nýggju verkætlanina í Klaksvík.
- Tíðirnar eru altíð upp og niður, og tá vit fyri einum ári síðani tóku avgerð um at fara undir at byggja hendan handilin, so vóru vit ongantíð í iva um, at hetta var tað rætta at gera, sigur Niels Mortensen.
Tað verður eisini kundanum tilgóða, at vøruúrvalið nú er tvífaldað.
- Tað verður seg innan allar vørur, kanska serliga innan kjøtvørur, at kundin serliga fer at merkja økta úrvalið, sigur Niels Mortensen.
Nú Bónus hevur fingið nýggj og snotilig høli í Klaksvík, er so spurningurin, um aðrar ætlanir eru í stoypiskeiini hjá stjóranum.
- Tað havi eg ongar viðmerkingar til, sigur Niels Mortensen, sum ikki vil avvísa, at okkurt kann verða í kikaranum.