Búning, ansur og innlæring

Jeffrei Henriksen

Landsstýrismaðurin í mentamálum er valla á rættari leið, sum hann er endurgivin í Sosialinum 12.2.05, har hann vil vera við, at "Tað sigur seg sjálvt, at jú longri tú hevur havt eitt fak í skúlanum, jú betri møguleika hevur tú fyri at gerast dugnaligur í tí." - Tað, ið undir liggur, skilst, er, at duga børn ikki nóg væl, so er bara at byrja yngri.
So einfalt er tað ikki, at hatta skuldi verið nøkur almenn regla. Lærugreinarnar eru so mangar - ikki bert enskt, sum nú verður gjørt so nógv burturúr.
Vit menniskju hava ymisk búningarstig, og í fólkaskúlahøpi er neyðugt at geva sær far um tað, ið hendir við børnum upp ímóti 10-ára aldri, tað er tá ið tey flestu teirra koma í 4. flokk. Tá skifta tey stutt sagt frá ítøkiligum (konkretum) til úrtøkiligan (abstraktan) hugsunarhátt. At royna at læra tey t.d. úrtøkiliga rokning ella úrtøkiliga mállæru, áðrenn tey eru búgvin til úrtøkiliga hugsan, veitir teimum ikki betri, men verri møguleika til at gerast dugnalig í hesum greinum!
Klassiska dømið um, hvat ið spyrst burturúr, tá ið byrjað verður ov tíðliga við innlæring, er royndin við eineggjaðum tvíburum at læra at klíva upp ígjøgnum trappur. Royndin byrjaði, tá ið teir vóru 46 vikur gamlir: Tann teirra, ið byrjaði 7 vikur seinni, varð eftir 2 vikum dúgligari enn hin, ið tá hevði vant í 9 vikur.
Heldur enn at byrja ov tíðliga við miðvísari undirvísing í ávísum fremmandamáli, ræður um at nýta tíðina at venja næmingar til almennan málsligan ans, tað er í fyrsta lagi við samrøðu og frásøgn einfaldliga at nýta móðurmálið rætt, munnliga, - ikki streingja á lesing fyrr enn í fyrsta lagi í 4. flokki (bert í móðurmálinum, sjálvandi; børn flest eru tá longu komin á lagið, men ikki øll).
Almennur málsligur ansur fæst eisini t.d. við at bera saman ymisk málføri (dialektir) og grannamálini (t.e. hjá okkum norðurlendsku málini), harnæst møguliga onnur germansk mál - ikki so tíðliga til at læra hesi málini, men til at hóma, hvussu tey víkja frá móðurmálinum. Sjálvandi ikki heilar tímar, men minuttir í móðurmálstímunum.
Onkur annar háttur til at menna almennan málsligan ans finst eisini.
Nýggjasta dømið, eg veit um, hvussu tú kanst læra eitt fremmant mál í skúlanum við at nýta ein part av tíðini til almennan málsligan ans heldur enn einsíðugt at læra tað málið, ið miðað verður eftir at læra, eru ymiskar royndir, serliga í Italia, sum allar bera í sama borð og kunnu verða samandrignar við døminum, at har ið næmingar áttu at hava 3 ár í enskum, men í staðin høvdu 1 ár í esperanto og síðan 2 ár í enskum, dugdu teir eftir 2 árum líka væl ella betur enskt enn aðrir eftir 3 árum. - Esperanto er við sínum einfalda bygnaði, bæði bendingarliga og í orðasmíði (við indoevropiskum rótum), ikki bert lætt at læra, men veitir eisini frálíka almenna venjing í málsligari fatan.